Karl Anton Klein (KAK)

Nú eru 6 mánaðir síðani okkara kæri bróður, mammu-, pápa- og abbabeiggi, Karl Anton Johan Jógvansson Klein, doyði.

Tað er við ringum huga, at eg skrivi hetta. Tað skuldi ikki verið neyðugt, men vit ráða ikki yvir lívi okkara.
 
Karl Anton undirvísti í tónleiki í Tórshavn. Hann hevði nógvar næmingar. Tað hava ikki verið heilt so fáir ígjøgnum ta tíðina, hann undirvísti har, fleiri hundrað. Hann kallaði ikki næmingarnar fyri næmingar, men síni børn. Hann tók sær av teimum, bæði undir venjing og um tey høvdu brúk fyri honum, líka mikið nær tað var, nátt sum dag, var hann altíð klárur at hjálpa teimum.
 
Nógvir av teimum fyrstu næmingunum byrjaðu at gera bólkar, sum enn eru virknir í tónleikaheiminum í dag. Eg vil ikki nevna nakran, fyri ikki at gloyma nakran.
 
Hann hevði stórar ætlanir við ungdóminum. Hann kundi skaffa hús til, at tey ungu kundu venja, spæla til dans og hugna sær, men einki svar frá býráðnum, tíverri. Tey vildu ikki hava nakað mótspæl til margarinfabrikkina, hildu at tað var nokk við MF.
 
Tað var hart fyri hann at vita at líka mikið hvat, so var onkur í býráðnum, sum setti seg upp ímóti hansara ætlanum, men hann royndi.
 
Eg veit, at saknurin er stórur millum tey ungu, sum hann kendi, og at eingin kann fylla tað rúmið, sum stendur tómt eftir hann. Vit hava tað somuleiðis, men alt tað, vit kunnu gera, er at minnast hann sum hann var, eitt ótrúliga gott menniskja og ein góður bróður.
 
Ærað veri minnið um bróður mín, Karl Anton Klein.
 
Vestmanna 21. februar 2007
Óli Klein