Charles kongur fer at almannakunngera skattaupplýsingar sínar

Charles kongur fer í komandi viku at almannakunngera sínar persónligu skattaupplýsingar.

Hósdagin fer Charles kongur fyri fyrstu ferð sum bretskur kongur at almannakunngera, hvussu nógv hann hevur goldið í persónligum skatti. Tað verður gjørt í sambandi við ársroknskapin hjá bretska kongshúsinum. Mynd: Chris Jackson/Ritzau Scanpix

Hann verður sostatt fyrsti bretski kongurin, sum letur almenninginum innlit í, hvussu nógv hann rindar í skatti.

Tað upplýsir bretska kongshúsið fyri BBC og The Mirror.

Skattaupplýsingarnar verða almannakunngjørdar hósdagin saman við ársroknskapinum hjá kongshúsinum.

Har verður upplýst, hvussu nógv kongurin hevur goldið í skatti av inntøkum frá hertugadøminum Duchy of Lancaster, ognunum Sandringham House og Balmoral Castle og øðrum persónligum íløgum.

Sambært BBC og The Mirror er hetta fyrstu ferð, at ein bretskur kongur almannakunnger sínar skattaupplýsingar.

Ein talsmaður fyri kongshúsið sigur, at avgerðin er partur av arbeiðinum at gera kongshúsið meira opið.

– Hetta er gjørt eftir ynski frá konginum sjálvum sum partur av teimum broytingum, ið eru framdar síðani trónskiftið. Stutt sagt halda vit fram við at nýmótansgera og menna kongshúsið, sigur talsmaðurin við PA Media.

Framyvir verða skattaupplýsingarnar hjá konginum almannakunngjørdar á hvørjum ári.

Sambært BBC kemur avgerðin eftir krøv um størri gjøgnumskygni í búskapinum hjá kongshúsinum. Hesi krøvini eru millum annað sprottin eftir fleiri umrøddar sakir um Andrew Mountbatten-Windsor, fyrrverandi prins Andrew, og samband hansara við tann dømda kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.

Eftir bretskari lóg er kongurin ikki noyddur at gjalda vanligan inntøkuskatt, skatt av íløguvinningi ella arvaskatt.

Kortini hevur bretska statshøvdið sjálvboðið goldið bæði inntøkuskatt og skatt av kapitalvinningi síðani 1993.

Áðrenn Charles kongur tók við trónuni sum prinsur av Wales, almannakunngjørdi hann eisini sínar skattaupplýsingar.

/ritzau/

 

Hósdagin fer Charles kongur fyri fyrstu ferð sum bretskur kongur at almannakunngera, hvussu nógv hann hevur goldið í persónligum skatti. Tað verður gjørt í sambandi við ársroknskapin hjá bretska kongshúsinum. Mynd: Chris Jackson/Ritzau Scanpix