Karl Martin í hóslag við tey klassisku

Rocksangarin Karl Martin Samuelsen fer um vikuskiftið at syngja við klassiskum orkestri í rygginum. Konsertir verða í Klaksvík og í Havn

Karl Martin Samuelsen er kendur sum ein av landsins bestu rocksangarum, men um vikuskiftið fær hann eina øðrvísi uppgávu á konsertum hjá Aldubáruni.
? Eg skal syngja, so tað er ikki nógv nýtt í tí. Tað er sum hjá einum sjónleikara at fáa ein nýggjan leiklut. Hann skal framvegis spæla sjónleik, men bara í einum nýggjum leikluti. Og hetta er ein nýggjur leiklutur hjá mær, sigur Karl Martin Samuelsen.
Hann er serliga kendur sum oddamaður í rockbólkinum Hjarnar, sum í meira enn 30 ár hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum, og sum aftur um nakrar dagar verður at hoyra til eina konsert í Fuglafirði.
Men Karl Martin Samuelsen hevur eisini roynt at syngja og spæla annan tónleik enn rock. Hann hevur verið sangari á fleiri barnafløgum, og hann hevur eisini sungið í kóri.
? Mær dámar væl at arbeiða við einum projekti í senn. Seta meg inn í tað, fara í dýbdina við tí og royna at fáa tað besta burturúr, sigur hann.

Fegin um nýggju uppgávuna
Soleiðis er eisini við tí nýggjastu uppgávuni hjá honum, sum er at syngja til tónleikin, ið vinmaðurin Páll Sólstein hevur skrivað til yrkingar hjá kendum føroyskum yrkjarum. Hesin tónleikurin verður spældur á konsertum, sum Aldubáran hevur í Atlantis í Klaksvík fríggjadagin og í Havn sunnudagin.
? Eg kenni meg priviligeraðan at verða biðin til hesa uppgávuna og fáa møguleikan at spæla saman við so góðum og útbúnum tónleikarum. Eg eri altíð opin fyri at læra nakað nýtt, og tað havi eg eisini gjørt við hesari uppgávuni, sigur Karl Martin.
Hann hevur verið ein av teimum, sum hevur arbeitt tættast saman við Páll Sólstein um tónleik. Páll hevur spælt løgini fyri honum, fingið Karl Martin at syngja tey, og síðani arbeitt víðari við teimum.
? Eg ætlaði alla tíðina, at Karl Martin skuldi syngja sangirnar. Eg vildi hava ein góðan sangara, sum kundi syngja hesi løgini, og sum ikki endiliga var ein klassiskur sangari, sigur Páll.
? Mær hevur altíð dámt væl, tá ið tónleikastílir hava verið blandaðir saman. Sum til dømis The Beatles gjørdi við popptónleiki og klassiskum tónleiki.