Karsten Hansen ongin roknimeistari

Tá landsstýrismaðurin við fíggjarmálum sigur, at semingsuppskotið hjá Alfred Petersen og Jógvan Amonson gav Starvsmannafelagnum 3,5% í lønarvøkstri, ber hann annaðhvørt fram skeivleikar við vilja, ella er roknikynstrið vánaligt.

Tað er beinleiðis skeivt, tá Karsten Hansen, landsstýrismaður, sigur, at semingsuppskotið gav limunum í Starvsmannafelagnum ein lønarvøkstur upp á 3,5%. Og tað er eisini beinleiðis skeivt, tá hesin sami landsstýrismaður roynir at sannføra Føroya fólk um, at reallønarfallið seinastu árini hevur verið nógv minni, enn tað, Starvsmannafelagið hevur víst á.

At roknikynstrið hjá landsstýrismanninum er so sum so, bera eisini seinastu úttalilsi hansara um lønarkrøvini hjá Starvsmannafelagnum boð um. Í Dimmalætting hósdagin sigur Karsten Hansen millum annað:

»Ein 10% lønarhækking til limirnar í Starvsmannafelagnum t.d. hevði kostað 130 milliónir krónur.«

Hvussu kemur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum fram til hetta úrslitið? Vit ganga út frá, at tá hann tosar um at lønarhækkingin kostar, kostar hon fyri landsstýrið, t.e. fíggjarmálastýrið.

Lat okkum gera eina lítla roynd at seta hasi 10 prosentini hjá landsstýrismanninum í perspektiv:

Mánaðarligu lønarútreiðslurnar hjá teimum limum í Starvsmannafelagnum, sum ávirka fíggjarmálastýrið: kr. 11.657.022,93. Árligar útreiðslur: kr. 139.884.275,16

Also, samlaðu útreiðslurnar um árið eru slakar 140 milliónir krónur. Hvussu kann Karsten Hansen so fáa 10 prosent lønarvøkstur til 130 milliónir krónur? Spennandi hevði verið at sæð nýggja útrokningarháttin hjá hesum fremsta ábyrgdarapersóninum í almenna føroyska fíggjarheiminum.


Semingsuppskotið

Fyrst ljóðaði, at semingsuppskotið hjá Alfredi Petersen og Jógvani Amonson gav limunum í Starvsmannafelagnum ein miðal lønarvøkstur upp á 2,5%. Seinni er komið fram, at talan er um 2,1%. Men aftur her ber landsstýrismaðurin við fíggjarmálum prísin:

»Semingsuppskotið legði í veruleikanum upp til ein 3,5% lønarvøkstur«, sigur Karsten Hansen.

Men landsstýrismaður fer skeivur - einaferð enn.

Karsten Hansen vil vera við, at hann kemur til ein 3,5% lønarvøkstur, ..."tí annað er uppií". Hvat er so hetta annað? Vit kunnu kaga í semingsuppskotið.

Í grein 4 í semingsuppskotinum stendur: "Frá 1. mars 1999 hækka lønirnar 1,0%, frá 1. juli 1999 hækka lønirnar við 0,5%, og frá 1. oktober 1999 hækka lønirnar við 1,0%. Hækkingarnar eru í mun til lønirnar, ið vóru galdandi 1. januar 1999."

Av tí, at lønarhækkingarnar ikki skulu koma í gildi fyrr enn ávikavist 1. mars-, 1. juli- og 1. oktober, men hvørja ferð taka útgangsstøði í lønarútgjaldingunum 1. januar, koma vit í veruleikanum beinanvegin niður á umleið 1,8%.

Men so er tað, at Karsten Hansen sigur, at "annað" er uppií. Jú, har eru nakrar umflokkingar, og so fáa Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya 2% til innanhýsis húsaavtalur, t.e. umskipingar og útjavningar o.l.

Taka vit fyrst umflokkingarnar, er talan um tríggjar leiðsluskrivarar, nakrar fáar deildarleiðarar, og 41 teknikarar. Samanborið við samlaða limatalið í Starvsmannafelagnum, gera hesar umflokkingarnar so lítlan mun, at tú kemur ikki upp á ein lønarvøkstur upp á 1,9%.

Taka vit so tey 2 prosentini, sum ÚF og SvF fáa til innanhýsis húsaavtalur, síggja vit, at hetta eisini munar lítið samanlagt hjá limunum í

Starvsmannafelagnum.


Mánaðarligar lønarútreiðslur hjá ÚF er kr. 600.000,00

Mánaðarligar lønarútreiðslur hjá SvF eru kr. 800.000,00

2% av 600.000,00 hjá ÚF eru kr. 12.000,00

2% av 800.000,00 hjá SvF eru kr. 16.000,00


Sambært semingsuppskotinum verða edv-fólk eisini umflokkað - eftir uppskoti frá Fíggjarmálastýrinum. Men av tí, at uppskotið dregur edv-fólk báðar vegir, nøkur koma í lægri lønarbólk, meðan onnur verða hækkað nakað, er lítil ivi um, at lønarbroytingarnar javnviga, t.e. at ongin lønarvøkstur vísir seg á edv-økinum samanlagt.

Reallønarfall

Til tjúgund og síðst vísir landsstýrismaðurin við fíggjarmálum sín sanna seriøsitet, tá hann roynir at billa fólki inn, at reallønarfallið seinastu árini í veruleikanum ikki hevur verið so ógvusligt. Og slættis ikki so ógvusligt, sum útrokningar hjá Starvsmannafelagnum vilja vera við.

Vit kunnu bara geva Lønardeildini hjá Fíggjarmálastýrinum orðið. Lønardeildin hevur nevniliga sjálv gjørt nakrar útrokningar, har víst verður á tøku lønina hjá lønmóttakarum frá 1988 til 1999.


LønTøk løn

1988100100

1992112 109

1998108102


Her eiga vit at hava í huga, at Lønardeildin als ikki hevur tikið hædd fyri prístalsreguleringum. Taka vit hædd fyri príshækkingunum seinastu árini, liggur tøka lønin í 1998 heilt niðri á umleið 78, og ikki uppi á 102.

So alt í alt má ásannast, at roknikynstrið hjá landsstýrismanninum við fíggjarmálum í sjálvum sær er eina gransking vert.


Nevndin í Starvsmannafelagnum