Símun Samuelsen og liðfelagarnir vunnu 2-1, eftir at teir høvdu verið á odda 1-0, og eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 1-1.
Eftir seks umfør hevur Keflavík ellivu stig, og tað røkkur til triðja plássið.
FH, sum í gjárkvøldið vann 2-0 á útivølli ímóti KR, er oddalið. KR, sum Rógvi Jacobsen í síni tíð umboðaði, er aftast. Høvuðsstaðarfelagið hevur bara fingið eitt stig burturúr seks teimum fyrstu umførunum.
Hini úrslitini í 6. umfari vóru hesi: Valur-Víkingur 3-1, Breiðablik-ÍA 2-0 og Fylkir-HK 1-0.
Í 7. umfari skal Keflavík mikudagin 20. juni spæla á útivølli í Reykjavík ímóti Víkingi.