Sunnudagin komu donsku brøðurnir Emil og Magnus Millang til Føroya. Teir eru komnir hendan vegin fyri at taka nýtt tilfar upp til skemtiligu sjónvarpsrøðina Brødrene Ost, sum teir gera, og sum verður víst á TV2 Play.
Talan er um eina sendirøð, sum kom út fyrstu ferð í fjørheyst, har vit fylgja teimum báðum brøðrunum, meðan teir royna ostar av alskyns slagi. Teirra passión fyri vælsmakkandi- og angandi osti er grundarlagið fyri røðina, og tí kalla teir seg eisini "Brødrene Ost".
Nú hava teir so funnið upp á at koma til Føroya at taka upp og royna ostin her. Teir hava verið og vitjað ymisk støð í Føroyum hesar seinastu dagarnar - eitt nú á matstovuni Koks, í Tjørnuvík og í Múla.
Nýggju partarnir verða eftir ætlan vístir aftaná summarferiuna.