Árni Joensen
fartekst@mail.dk
????????????????
Spenningurin var stórur upp undir tað fyrsta uppstillingarvalið hjá demokratunum, og alr bendi á ein harðan dyst ímillum fýra av valevnunum.
Men teir demokratisku veljararnir hugsaðu ikki sum serfrøðingarnir. Tá upptalt varð, hevði senatorurin John Kerry fingið 38 prosent av atkvøðunum, og á øðrum plássi hevði John Edwards fingið 32 prosent. Howard Dean, sum mong hava mett sum tann, ið skal bjóða George W. Bush, av, fekk bara 18 prosent. Hjá tí fjórða valevninum, Dick Gephardt, gjørdist valið í Iowa bæði byrjanin og endin. Hann fekk bara 11 prosent, og aftaná boðaði hann frá, at hann tók seg burtur úr valstríðnum.
Eygleiðarar siga, at orðaskiftið undan uppstillingarvalinum er broytt í seinastuni, og at tað er komið John Kerry og John Edwards til góðar. Hóast tann fyrri vann í Iowa, halda flestu eygleiðararnir, at John Edwards er tann, sum hevur tann besta møguleikan at gerast forsetavalevni hjá demokratunum. Hann er tann betri røðarin, og sum gamal sakførari dugir hann sera væl at snúgva sær í politiskum dystum, siga eygleiðararnir.
Teir báðir sleppa at royna seg aftur næsta vikuskiftið. Tá verður uppstillingarval í New Hampshire.