List
Strendur: Í døgunum, 17. mars til 1. apríl, er Føroya Banki á Strondum
fyri fyrstu ferð karmur um eina málningaframsýning. Listakvinnan er 39 ára gamla, Ketty á Fríðriksmørk.
Á framsýningini hevur hon 15 acryl-málningar, sum flestu eru rættiliga nýggir. Málningarnir eru bæði stórir og smáir, og allir eru í rammu. Motivini eru av Strondum.
Ketty dámar væl at mála fjøruna, neystini, hamrarnar og fjøllini, sum stinga seg upp. Henni dámar væl at spæla við litir, og tí eru eisini nakrir abstraktir málningar við hesaferð.
Framsýningin í Føroya Banka er opin hvønn yrkadag frá kl. 12-16, undantikið hósdag; tá er opið frá kl. 12-18.
Allir málningarnir eru til sølu. Prísirnir liggja millum 1.200 og 2.500 krónur.
Ketty er kreativ
Hetta er fyrstu ferð, at Ketty er einsamøll á eini framsýning við sínum málningum. Hon var við á framsýning á ólavsøku í fjør, og síðan hevur hon verið við á afturvendandi Lions-framsýningini í Runavíkar skúla eini trý fylgjandi ár.
Á ólavsøku seldi hon allar málningarnar, hon hevði við sær og longu mánadagin, tá ið framsýningin læt upp á Strondum, seldi hon eisini nakrar málningar.
Ketty hevur altíð dámað væl kreativt arbeiði og tískil hevur eisini dámt henni væl at teknað. Hon málaði teir fyrstu málningarnar fyrst í nítiárunum.
- Eg byrjaði við oljumáling, men máli nú við acryl. Havi eisini roynt meg við akvarell, sigur hon.
Hóast flestu málningarnir á framsýningini á Strondum eru natúralistiskir, dámar Ketty væl at mála abstrakt.
- Mær dámar faktisk betur at mála abstrakt, tí tað er so spennandi at arbeiða við litum. Hinvegin selja abstraktu motivini ikki so væl sum hini. Tó haldi eg, at nógv ung dáma væl teir abstraktu málningarnar, sigur hon.
Ketty hevur gingið einar tríggjar fylgjandi vetrar á kvøldskúla hjá Jóannes S. Hansen, og her hevur hon fingið væl burtur úr.
Eggja øðrum
Ketty sigur, at ein orsøk til, at hon hevði hug at hava hesa framsýning á Strondum, er, at hetta er ikki vanligt á vestara armi á Skálafjørðinum.
- Eg helt, hetta vera áhugavert, og kundi tiltakið eggjað øðrum ungum málarum at sýna fram hesumegin fjørðin ? ella bara verið ein íblástur og spíri til at fara at mála - hevði tað verið gott.
Listakvinnan sigur, at tað er ikki av tilvild, at hon í stóran mun hevur valt at málað fjøruna og bygdaløg á Strondum til hesa framsýning.
- Vit síggja so fáar málningar hiðani úr kommununi, og tí helt eg, at lokalu motivini kundu havt áhuga hjá fólki hesumegin Skálafjørðin, sigur hon.
Ketty á Fríðriksmørk er útbúgvin hárfrýðkanarkvinna, men hon er allergisk yvirfyri litunum, sum brúktir vera í liting.
- Tí klippi eg bara í dag - og liti ikki, ikki uttan í fríløtunum, tá ið eg máli, sigur listakvinnan á Strondum.
Allir málningarnir ? eisini teir, sum eru seldir ? vera hangandi í Føroya Banka, so leingi framsýningin varar.