Keypmannahavn tapti greitt fyri oddaliðnum

Føroyski landsliðsleikarin hjá Keypmannahavn var mest effektivi leikarin í kvøld

Landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn taptu í kvøld á heimavølli greitt fyri oddaliðnum í bestu donsku hondbóltsdeildini, Ikast.

 

Ikast vann 41-30 á Keypmannahavn. Ikast var greitt omaná í fyrra hálvleiki, og var útiliðið á odda 20-12 í steðginum.

 

Pernille var sambært hagtølunum mest effektivi leikarin hjá Keypmannahavn í kvøld. Hon skoraði upp á allar fýra málmøguleikarnar hon fekk, og hon vann liðnum eitt brotskast.

 

Keypmannahavn er nummar seks í deildini við seks stigum fyri fimm dystir. Ikast er fremst í deildini við fullum stigatali, 10 stigum fyri fimm dystir.