KÍ, Víkingur og HB byrja øll á útivølli í komandi viku

Í komandi viku verður soltið við fótbólti heima í Føroyum

KÍ og Víkingur vunnu seg víðari í Evropa, og HB fer nú at taka lut í Conference League kappingini.

 

Í øðrum undanumfarinum í Champions League og í Conference League byrja øll tey føroysku liðini á útivølli.

 

Komandi týskvøld klokkan 18 spælir KÍ móti Malmö FF á útivølli í Champions League undankappingini.

 

Víkingur og HB spæla bæði á útivølli komandi hóskvøld klokkan 18 í Conference League kappingini.

 

Víkingur spælir í Belgia móti Gent, og HB spælir í Kroatia móti Hajduk Splidt.

 

KÍ spælir á heimavølli móti Malmö FF, týskvøldið 30. juli klokkan 19.45.

 

Víkingur spælir á heimavølli móti Gent, hóskvøldið klokkan 18. Sama kvøld klokkan 20 spælir HB á heimavølli móti Hajduk Splidt.