Í kvøld klokkan 18.30 byrjar fjórðingsfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum B68 og KÍ á Svangaskarði á Toftum.
Tá liðini hittust í landskappingini 11. apríl á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík vann KÍ stórsigur 6-1.
Vit skulu heilt aftur til 21. september í 2014 fyri at finna tann seinasta sigurin hjá B68 á KÍ í einum kappingardysti í bestu fótbóltsdeildini. Tá vann B68 1-0 á KÍ á Svangaskarði á Toftum.
KÍ hevur vunnið 17 av 19 teimum seinastu kappingardystunum móti B68 í bestu fótbóltsdeildini. Tveir eru endaðir við javnleiki.
KÍ hevur eisini eina risastóra favorittstøðu hjá átta altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til B68 liggja millum 9,25 og 13,00.
Oddsini upp á javnleik aftaná vanliga leiktíð liggja millum 6,50 og 7,25.
Oddsini upp á útisigur til KÍ liggja millum 1,11 og 1,17.
HER eru oddsini:
##med2##












