Liðið hjá Paula hevur bjargað plássinum í deildini

Sandnes kemur eisini at spæla í bestu norsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár

 

 

Tíðin hjá landsliðsmálverjanum, Paula Jacobsen í norskum hondbólti fekk ein góðan enda.

 

Pauli og liðfelagarnir í Sandnes vunnu eisini seinna upp- og niðurflytingardystin móti Bodø.

 

Í dag vann Sandnes aftur greiðan sigur. Í dag gjørdist talan 29-22 sigur á útivølli. Bodø var tó væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Sandnes bert á odda 14-13.

 

Sandnes vann fyrra dystin á heimavølli 27-20 (12-9), og vann sostatt uppgerðina 2-0. Sostatt eydnaðist bjargingarætlanin hjá Sandnes, ið Pauli gjørdist partur av aftaná EM-endaspælið. 

 

Adrian Holgersen Vikra vardi málið hjá Sandnes størra partin av dystinum í kvøld. Pauli hevði eina bjarging av níggju málroyndum.

 

Komandi kappingarár spælir Pauli við Skövde í bestu svensku hondbóltsdeildini.