Tveir jødiskar fingu álvarsligan skaða kníválopi í London

Ofrini fyri álopinum eru viðgjørd av jødisku sjúkrabilatænastuni, sum varð álopin av eldsbrunamonnum í mars.

Lokalir íbúgvar fara ígjøgnum løgregluavsperring eftir kníválop í Golders Green í London seinnapartin í dag. - Mynd: Justin Tallis/Ritzau Scanpix

Tveir jødiskir menn vórðu mikudagin álopnir við knívi í Golders Green-økinum í bretska høvuðsstaðnum, London.

 

Hetta skrivar borgarstjórin í London, Sadiq Khan, á sosiala miðlinum X.

 

– Tað hevur verið eitt ógvusligt álop á tveir jødiskar londonbúgvar í Golders Green. Løgreglan hevur gjørt handtøku, skrivar hann.

 

Løgreglan sigur, at tann handtikni er ein 45 ára gamal maður, sum er undir illgruna fyri drápsroynd, skrivar Reuters.

 

Sambært bretska miðlinum BBC eru menninir álvarsliga særdir. Støðan hjá teimum er tó støðug, sigur løgreglan.

 

Ofrini vórðu fyrst viðgjørd av jødisku sjúkrabilstænastuni Hatzola og eru síðani flutt á sjúkrahús.

 

Hatzola hevur seinastu tíðina verið í miðlunum, tí í mars varð eldur settur á fleiri av sjúkrabilunum hjá tænastuni, sum stóðu í Golders Green.

 

Eitt eygnavitni sigur við BBC, at ein maður varð stungin framman fyri nøkrum handlum á Golders Green Road, meðan hin varð álopin á síðugøtu uttanfyri eina synagogu.

 

Illgruni var um gerningsmannin, sum varð fyrst handtikin av vaktarfólkum frá sjálvbodnu jødisku vaktartænastuni Shomrim, áðrenn løgreglan handtók hann, skrivar Shomrim á X sambært tíðindastovuni Reuters.

 

Borgarstjórin í London takkar bæði sjálvbodnu vaktarfólkunum og løgregluni.

 

– Eg vil takka øllum neyðhjálpartænastum og hetjunum hjá sjálvbodnu úr Hatzola og Shomrim fyri teirra skjóta svar uppá hesa ógvusligu hending.

 

– Jødiska samfelagið í London hevur verið fyri eini røð av skakandi antisemitiskum álopum. Tað má als ikki vera rúm fyri jødahatur í samfelagnum. Løgreglan hevur økt um sína sjónligu nærveru í økinum, skrivar hann.

 

Umframt eldsbrunaálopini á sjúkrabilar í Hatzola og stingarnar av teimum báðum jødisku monnunum í Golders Green, hava fleiri eldsbrunaálop verið á synagogur í London seinastu tíðina.

 

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, segði í Undirhúsinum, at álopini í Golders Green “eru djúpt órógvandi.”

 

– Tað er djúpt órógvandi fyri øll í hesum Húsinum.

 

– Nú er ein politikanning, og eg haldi, at vit øll mugu gera alt vit kunnu fyri at stuðla undir ta kanningina og vera heilt greið yvir, at vit eru avgjørd um at fáast við nøkur av hesum brotsverkum, sum vit hava sæð alt ov nógv av seinastu tíðina, segði Starmer.

 

/Ritzau/

 

Lokalir íbúgvar fara ígjøgnum løgregluavsperring eftir kníválop í Golders Green í London seinnapartin í dag. - Mynd: Justin Tallis/Ritzau Scanpix