Klokkan 18.30 í kvøld verður fimti og seinasti dysturin í 22. umfarinum í Betrideildini hjá monnum leiktur.
Á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík tekur oddaliðið, KÍ móti verandi meistarunum, Víkingi. Fyrr í ár hevur KÍ vunnið 1-0 á Víkingi á útivølli, og 2-0 á Víkingi á heimavølli.
KÍ hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 1,24 og 1,32.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,90 og 5,40.
Oddsini upp á útisigur til Víking liggja millum 6,75 og 8,55.
HER eru oddsini:
##med2##