Vísindavøka á ferð á Bókasavninum við Løkin í kvøld

Vísindavøkan er á ferð kring landið. Talan er um fimm tiltøk í tíðarskeiðinum frá 15. til 22. september.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.

Mánakvøldið 15. september kl. 19 verður vitjað á Bókasavninum við Løkin.

 

Skrá

Upphitingin av føroyskum havøki – náttúrlig ella menniskjaskapt?

Bogi Hansen, Havstovan

 

Ein havmyndil fyri landgrunnin við livandi veðri

Jari í Hjøllum, Veðurstova Føroya

 

Kennir gulllaksurin viðgerðarøkini hjá ICES?

Sunnvør í Kongsstovu, Fróðskaparsetrið

 

Tiltøkini eru øll almenn og ókeypis.