Sigrun Berg og Jóna Jespersen heiðraðar

Á fráfaringarløtu, sum Hvalbiar kommuna skipaði fyri fríggjadagin, handaði borgarstjórin, Janus Thomsen, teimum báðum gávur og blómur

Fríggjadagin var fráfaringarløta fyri Sigrun Berg og Jónu Jespersen, ið hava arbeitt sum dagrøktarar og seinnu árini sum hjálparfólk í barnagarðinum Brosinum í Hvalba. 

 

Jóna Jespersen byrjaði sum dagrøktari 15. januar 2012 og hevur eisini starvast sum hjálparfólk í barnagarðinum Brosinum, har hon gavst í september í ár.

 

Sigrun Berg byrjaði sum dagdøktarmamma 15. juni 1998 og hevur, síðan barnagarðurin Brosið læt upp í august 2017, starvast sum hjálparfólk.

 

Hon gavst fyri einari tíð síðan.

 

Á fráfaringarløtuni, sum Hvalbiar kommuna skipaði fyri fríggjadagin, handaði borgarstjórin, Janus Thomsen, teimum báðum gávur og blómur.

 

- Borgarstjórin takkaði Sigrun Berg og Jónu Jespersen fyri tíðina, sum tær hava starvast hjá kommununi, verður sagt á heimasíðuni hjá Hvalbiar kommunu.

 

##med2##