Stór venjing í Húsareynstunlinum í kvøld

Húsareynstunnilin steingir klokkan 18 í kvøld, tí har verður ein stór venjing í kvøld.

Venjingin byrjar klokkan 18.00, og tískil verður tunnilin tá stongdur fyri allari ferðslu.

 

Heilsuverkið/sjúkraflutningstænastan, løgreglan og sløkkiliðið eru við í venjingini.

 

Articon hevur síðan í síðstu viku arbeitt í tunlinum um næturnar frá klokkan 22 til 06.

 

Tað arbeiðið heldur fram, og sostatt verður tunnilin verandi stongdur, tá venjingin er liðug, og letur upp aftur týsmorgunin klokkan 6.