KÍ-kvinnurnar vunnu greiðan sigur á Zimbru

Klaksvíkskvinnur skutu øll málini í seinna hálvleiki

 

Aftaná 0-3 tapið fyri bulgarsku meistarunum, Ludogorets í Champions League undankappingini fyrr í vikuni, so máttu KÍ-kvinnurnar í dag taka til takkar at spæla plasseringsdyst móti moldoviska liðnum, Zimbru Chisinau

 

Í steðginum sá einki út, tí tá var moldoviska liðið á odda 1-0. Men innanfyri 24 minuttir í seinna hálvleiki megnaði KÍ at skjóta fýra mál, og sostatt vinna dystin 4-1.

 

Durita Hummeland skoraði hattrick. Malena Olsen skoraði eitt mál. 

 

KÍ-Zimbru 4-1 (0-1)

 

0-1 Veronica Cojuhari (30.)

 

1-1 Durita Hummeland (54.)

 

2-1 Durita Hummeland (63.)

 

3-1 Malena Olsen (75.)

 

4-1 Durita Hummeland (78.)