VIDEO: Bjartalíð legði upp til sigursmálið hjá FC Kyzylzhar

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Zhetysu-FC Kyzylzhar 1-2 (1-2)

Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í FC Kyzylzhar fingu fyrr í dag ein týdningarmiklan sigur til høldar í bestu kasakisku fótbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist á útivølli FC Kyzylzhar at vinna 2-1 (0-0) á Zhetysu.

 

Jóannes byrjaði ikki inni, men spældi allan seinna hálvleik.

 

Í 57. minutti hevði Oleksandr Noyok eitt dreyma langskot úr 30 metrum, ið fór í málið til støðuna 1-0 til FC Kyzylzhar. 14 minuttir seinni javnaði heimaliðið til 1-1.

 

10 minuttir seinni spældi Jóannes Bjartalíð bóltin hegnisliga Stéphane Bahoken, ið einsamallur við málverjanum ikki sveik álitið, men skoraði sigursmálið til 2-1. 

 

FC Kyzylzhar er nummar 10 í deildini við 19 stigum.

 

1. august hevur FC Kyzylzhar dyst á heimavølli móti Aktobe.

 

HER ber til at síggja málini frá dystinum Zhetysu-FC Kylylzhar 1-2 (0-0):

 

##med2##