Sambært honum vóru skerjingarnar gjørdar í samsvari við eina endurskoðaða umsitingarætlan, sum eisini hevði eina endurbyggingarætlan fyri veiku fiskastovnarnar. Tað sigur hann í hesum lesarabrævi:
Fiskidagar – umsitingarætlanin – skerjingar í 2024 - hvat vendur niður og hvat vendur upp?
Mánadagin 21. juli 2026 skrivaði Suðurstreymoyar Útróðrarfelag grein um gongdina í fiskidøgunum, árligar skerjingar og frávikið frá 5-% regluni í 2024.
Greinin gevur ta fatan, at undirritaði, sum landsstýrismaður í 2024, breyt 5 %-regluna – eina reglu í umsitingarætlanini fyri tosk, hýsu og upsa um, at fiskidagatalið ikki kundi vaksa ella minka meira enn 5 % í mun til árið frammanundan.
Eftirfylgjandi er hetta uppáhald endurtikið ymsastaðni, eisini í samrøðu við løgmann í Norðlýsinum.
Høvdu politikarar og miðlar sett seg inn í málið, so høvdu tey vorðið varug við hvat vendir upp og hvat vendir niður í málinum.
Umsitingarætlanin eftirmett í 2024 og víðkað
Umsitingarætlanin fyri tosk, hýsu og upsa varð sett í gildið í 2021 og skuldi eftirmetast triðja hvørt ár, tvs. fyrstu ferð í 2024.
Á vetri 2024 varð umsitingarætlanin tí eftirmett – eitt arbeiðið, sum varð fyriskipað av Fiskimálaráðnum í samstarvi við Havstovuna, og vinnan luttók eisini í hesum arbeiðinum.
Ein tillaging varð tá gjørd í umsitingarætlanini, soleiðis at hon – eins og vit kenna tað frá umsitingarætlanum fyri aðrar fiskastovnar – fekk eina veiðireglu, sum var í tveimum: eina langtíðarveiðireglu og eina endurbyggingarætlan.
Langtíðarveiðireglan var eins og fyrr +/- 5% í mun til fiskidagatalið árið frammanundan.
Endurbyggingarætlanin førdi við sær, at eitt nýtt niðara vandamark varð sett inn fyri gýtingarstovnarnar. Ítøkiliga merkir tað, at um ein ella fleiri av gýtingarstovnunum eru mettir at vera minni enn ávísa stødd (ásetta vandamarkið), skulu serlig verjutiltøk setast í verk fyri at verja stovnin, og dagatalið skerjast við meiri enn teimum fimm prosentunum, sum eru í langtíðarveiðiregluni.
Tá Havstovan kom við tilmælinum um fiskidagar fyri 2024, so varð eisini víst á ringu støðuna hjá toskinum á landsgrunnium. Við støði í endurskoðaðu veiðiregluni – um at serlig verjutiltøk skuldi setast í verk, tá gýtingarstovnurin var niðan fyri ásett vandamark – vórðu fiskidagarnir hjá bólki 3-5 skerdir við 20 prosentum og fiskidagarnir hjá bólki 2 við 10 prosentum.
Skerjingarnar í fiskidøgunum í 2024 vórðu sostatt gjørdir í tráð við umsitingarætlanina, sum – eins og avtalað í 2021 – varð eftirmett í 2024.
Vil nakar skaða fiskivinnuna?
Kjakið seinastu dagarnar um skerjingarnar av fiskidøgum hevur næstan givið ta fatan, at skerjingarnar hava verið ein persónlig herferð, sum hevur havt til endamáls at revsa og skaða fiskivinnuna, at forða bátum og skipum í at fara til fiskiskap, og enntá at leggja skip.
Sum fiskivinnutjóð, har fiskiskapur, virking av fiskavørum og útflutningur av fiski eru týðandi grundarlag undir føroyska búskapinum, setir hetta eisini krøv til umsitingina av fiskastovnunum.
Ein partur av umsitingin av fiskastovnunum fevnir um at áseta fiskidagar, og hevur hetta seinastu árini verið gjørt í tráð við umsitingarætlanina fyri tosk, hýsu og upsa og í tráð tilmælini frá Havstovuni.
Spurningurin er so, um tilmælini frá Havstovuni er einasti og absolutti sannleikin? Tann spurningin kann man altíð seta. Men vit hava valt eina skipan, sum er grundað á gransking, vísindaligar kanningar og tilmælini frá Havstovuni.
Tá tilmælini vísa á, at ringu støðuna hjá t.d. toskastovninum, so førir hetta sambært umsitingarætlanini við sær skerjingar í fiskidagatalinum – ikki fyri at skaða fiskivinnuna, men fyri at verja fiskastovnarnir.
Hetta smakkar kanska ikki øllum væl.
Men tað er okkara felags ábyrgd at tryggja skynsama gagnnýtslu av tilfeinginum í sjónum kring Føroyar, soleiðis at komandi ættarlið eisini hava møguleika at skapa virðir burturúr okkara felags tilfeingi.
Ynskir man politiskt nakað annað, so er tað bara at siga tað og fremja tað.
Dennis Holm











