Kapping við heimagjørdum snapsum á ólavsøku

- Eg haldi ikki, at eg sakni nakað ávíst á ólavsøku. Er veðrið gott, er tað næstan nóg mikið at ganga oman og niðan eftir Áarvegnum og hitta fólk, sigur Hans Johannes á Brúgv

Fert tú á ólavsøku í ár?  

- Jú, vit fara á ólavsøku, og tað eru vit á hvørjum ári. Okkum dámar sera væl ólavsøku, og tí eru vit altíð heima tá.

Tað sigur Hans Johannes á Brúgv. 

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?  

- Tað er so nógv. Mær dámar væl setanina, kappróðurin og sangin undir Tinghúsinum ólavsøkudag. Vit eru eisini altíð til midnáttarsangin á Vaglinum. Tað er ein framúr stemningur. 

Hans Johannes sigur, at honum dámar væl, at uttandura tónleikur seinnu árini hevur fylt meira og meira. 

- Eg kann eitt nú nevna felagsangin á dekkinum á Westward Ho og harmonikutónleikin í Vágsbotni, har fólk eisini dansa. Tað er hugni, sum gevur okkum nakað, sigur hann.

Hann vísir á, at tey taka altíð familjumynd á ólavsøku.  

- Tá er øll familjan so flott í føroyskum klæðum. Familjan økist hvørt ár, og nú eru tað fýra abbasynir.

Hans Johannes sigur, at seinastu fimm árini hava tey í familjuni skipað fyri snapsakapping heima á ólavsøku. 

- Hvørt húskið ger egnan heimagjørdan snaps og eina framløgu av snapsinum, og so kappast vit um, hvør er best. Tað er eitt stuttligt íkast saman við familju og vinum, sum vit gleða okkum nógv til á hvørjum ári.

 

##med2##

Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni? 

- Nei, ikki nakað serligt. Er tað gott veður, so er tað næstan nokk at ganga oman og niðan eftir Áarvegnum og hitta fólk. 

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar? 

- Jú, vit vórðu gift hin 27. juli í 1991, og tað var ein góð og long ólavsøka. Sama var, tá vit høvdu silvurbrúdleyp, sigur Hans Johannes á Brúgv.