FM vinnararnir í KÍ vunnu í kvøld vinardyst á heimavølli ímóti uppflytarunum av Skála. Úrslitið var 3-2.
Ari Ó. Ellingsgaard legði gestirnar á odda, og so skoraði KÍ trý mál. Málskjúttar vóru Jonn Johannesen, Árni Frederiksberg og Jesper Brinck. So minkaði Andreas Egeberg Jacobsen um munin til 3-2.
Á KÍ liðnum vóru – burtursæð frá málverjanum Meinhardt P. Joensen – bara spælarar, sum í fjør vóru við til at vinna FM. Einasta skiftingin var, tá ið Dávid B. Andreasen í seinna hálvleiki varð skiftur inn. Hann var í fjør við í einum landskappingardysti, og fyrr í vikuni visti KÍ at siga, at felagið hevur skrivað sáttmála við 17 ára gamla Dávid.
Í kvøld boðar KÍ frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmálar við fýra blaðungar spælarar, sum eru uppvaksnir í felagnum, og sum allir hava verið løtur á liðnum í venjingardystunum higartil í ár.
Talan er um 18 ára gamla Símun Kalsø, 19 ára gamla Olaf Karstenson Hansen, 17 ára gamla Tóka á Lógv og 18 ára gamla Jákup N. Vilhelmsen. Teir venja nú fast saman við besta liðnum.
Í gjárkvøldið var nýggi Skála venjarin, Michael Bjørn Nielsen, fyri fyrstu ferð til venjing undir Mýruhjalla, og í kvøld var hann á beinkinum saman við Erlandi Tvørfoss, sum higartil hevur staðið fyri venjingunum.
Skála hevði nógv fólk við til Klaksvíkar, og tá ið dysturin var liðugur, høvdu næstan 20 spælarar verið á vøllinum. Millum teir var útlendskur málverji og útlendskur álopsspælari, sum royndarvenja á Skála.