Eftir at næstsíðsta umfarið í unglingadeildini í fótbólti varð spælt í kvøld, er tað greitt, at KÍ hevur vunnið meistaraheitið. Klaksvíkingar vóru í Runavík, og lutfalsliga stóra áskoðarafjøldin fyrst og fremst ein rúgva av KÍ viðhaldsfólkum var vitni til, at gestirnir vunnu trivaligan 3-0 sigur eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Leivur Joensen og Petur Andreasen vóru málskjúttar í 1. hálvleiki, og Jóannes Bjartalíð staðfesti beinanvegin eftir steðgin trivaliga sigurin.
B36 vann grannauppgerðina ímóti HB 1-0, og EB/Streymur vann 3-0 uttan dyst á B68. Í Gundadali skoraði Hørður Askham sigursmálið í 1. hálvleiki.
Undan síðsta umfarinum, sum verður hóskvøldið 20. september, er støðan tann, at KÍ hevur 29 stig, B36 hevur 27 stig, HB hevur 25 stig, EB/Streymur hevur 25 stig, NSÍ hegur 18 stig, og B68 hevur 0 stig.
Í síðsta umfari eigur KÍ heimavøll ímóti B68, sum hevur tikið liðið úr kappingini. Tískil er tað greitt, at KÍ fer at vinna tann dystin 3-0, og harvið ber tað ikki til hjá nøkrum av hinum at røkka oddaliðnum, sum harvið tryggjaði sær FM heitið longu í kvøld.
Hinir dystirnir í síðsta umfari eru EB/Streymur-B36 og HB-NSÍ.
Steyp og gullkrónur vórðu ikki handað KÍ við Løkin í kvøld. Handanin verður hóskvøldið, tá ið meistaraliðið fer at spæla vinadyst á heimavølli ímóti samansettum liði av Skálafjørðinum.