Klaksvíkingar vísa seg fram

Stjórin á Hansoft, Esbern Hansen, sigur, at KT-stevnan er eitt frálíkt høvi hjá smærru fyritøkunum at vísa seg fram. Hann sigur seg vóna, at Hansoft fær onkra uppgávu eftir KT-stevnuna.

Ein av smærru fyritøkunum á KT-stevnuni er Hansoft. Hansoft er úr Klaksvík og fýra fólk mynda fyritøkuna. Virksemið hjá fyritøkuni fevnir einamest um "menning" dátugrunnum.
Esbern Hansen er stjóri á Hansoft og hann letur væl at úrslitinum hjá Hansoft á KT-stevnuni. Hann greiðir frá, at fyritøkan hevur fingið fleiri fyrispurningar og hóast einki ítøkiligt er spurt burturúr, hevur stjórin á Hansoft góðar vónir um, at onkur uppgáva skal fella Hansoft í lut eftir KT-stevnuna.
-Tað verður ikki fyrr enn í komandi viku, at vit við vissu kunnu siga, at vit hava fingið onkra uppgávu, men eg havi góðar vónir, sigur Esbern Hansen

Frálíkt høvi
Esbern Hansen heldur, at KT-stevnan hevur stóran týdning fyri eina fyritøku sum Hansoft.
-Nú eru vit ein lítil fyritøka og tað eru nógv, sum ikki vita av okkum. Ein slík stevna er eitt frálíkt høvi at gera vart við seg. Skalt tú gera tær vónir um at veksa sum fyritøka, og tað vilja vit, so ert tú noyddur at luttaka á slíkari stevnu, sigur Esbern Hansen.
Stjórin á Hansoft greiðir frá, at umboðini fyri Hansoft hava nýtt stevnuna til at fáa samband við aðrar KT-fyritøkur, og fregnast um, hvat tær fáast við.
-Vit hava møguleika at kanna, hvat hinar fyritøkurnar duga betur enn vit og hvat vit duga betur enn tær. Á stevnuni hava vit verið í samband við nógv fólk í vinnuni og tað er rættiliga gevandi, vísir Esbern Hansen á