Klaksvíkar kommuna hevur størstu nettoskuldina fyri hvønn íbúgva í Føroyum.
Við árslok 2025 hevði kommunan 358,7 milliónir krónur í nettoskuld. Við 5.537 íbúgvum svarar tað til 64.800 krónur fyri hvønn.
Runavíkar kommuna er næst á listanum við 62.800 krónum fyri hvønn íbúgva.
Síðan koma Skopunar kommuna við 48.400 krónum, Eysturkommuna við 47.700 krónum og Sands kommuna við 46.500 krónum fyri hvønn íbúgva.
Í Fuglafjarðar kommunu er nettoskuldin 42.800 krónur fyri hvønn íbúgva.
Samlaða nettoskuldin hjá kommununum var 1,465 milliardir krónur. Býtt á teir 54.910 íbúgvarnar í uppgerðini svarar tað til umleið 26.700 krónur fyri hvønn íbúgva.
Tórshavnar kommuna hevði 331,4 milliónir krónur í nettoskuld. Vegna stóra fólkatalið svarar tað tó bert til 14.100 krónur fyri hvønn íbúgva.
Fleiri kommunur høvdu onga nettoskuld við árslok. Millum hesar vóru Vestmanna, Hvannasund, Sumba, Kunoy, Skúvoy og Viðareiði. Negativ nettoskuld merkir, at tøki peningurin og áognin eru størri enn skuldin.
Tølini hjá Fámjins, Húsavíkar og Fugloyar kommunum skulu takast við fyrivarni, tí tær høvdu ikki latið Fíggjarmálaráðnum samtyktan roknskap.










