Partur av Nólsoyar Pálsgøtu stongdur í tveir dagar

Ein partur av Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík verður stongdur fyri ferðslu í dag og í morgin.

 

Klaksvíkar kommuna boðar frá, at høvuðsspillivatnsleiðingin á Nólsoyar Pálsgøtu skal hosufórðast.

 

Tí verður eingin ferðsla á strekkinum millum Effo og Býráðshúsið 1. og 2. september. Ferðslan verður í staðin leidd fram við bátabrúgvunum.

 

Eisini verða kloakkleiðingarnar á Jørundsgøtu og Sornhúsgøtu hosufórdar. Arbeiðið verður væntandi liðugt eftir tveimum døgum.