Nú skulu kloakkir í Klaksvík hosufórðast

Tað er fyritøkan, Aarsleff A/S, sum ger arbeiðið fyri Klaksvíkar kommunu, og arbeiðið verður væntandi liðugt eftir tveimum døgum

- Í samband við arbeiðið at hosufórða høvuðssspillivatnsleiðingina á Nólsoyar Pálsgøtu, verður eingin ferðsla eftir Nólsoyarpálsgøtu 1. og 2. september. Eisini verða kloakkleiðingarnar á Jørundsgøtu og Sornhúsgøtu hosufórðar hesar dagarnar.

 

Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu.

 

- Í hesum sambandi verður eingin ferðsla á vegastrekkinum millum Effo og býráðshúsið, tó er býarbussurin undantikin.

 

Sagt verður, at ferðslan í hesum tíðarskeiði verður beind at koyra fram við bátabrúgvunum hetta tíðarskeiðið, og verður heitt á bilførarar um at fylgja skeltingini á staðnum.

 

- Orsøkin til, at arbeiðið verður gjørt á hendan hátt er, at høvuðssspillivatnsleiðingin liggur mitt í vegnum og serstaki bilurin, sum verður brúktur til arbeiðið, má standa beint yvir kloakkdekslunum, meðan arbeiðið verður framt.

 

Lagt verður aftrat, at tað er fyritøkan, Aarsleff A/S, sum ger arbeiðið fyri Klaksvíkar kommunu, og arbeiðið verður væntandi liðugt eftir tveimum døgum.