Klassiskar og yndisligar perlur

Tað er í dag klokkan 16, at Monika Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg á klaveri fara at hava útgávukonsert í Bátasavninum í Leirvík. Hetta er ein útgávukonsert, nú fløga, sum tær báðar hava spælt inn, kemur á marknaðin.

Yndi og dýpi í hesum tónleiki ger, at hann á serstakan hátt nemir við okkara kenslur. Burtur úr slíkum perlum úr fleiri londum og við ymiskari bakgrund, hava tær báðar gjørt eitt perluband, sum tær vóna, at fólk kunnu fáa gleði av.

Birgitte Schnakenburg er donsk, og Monika Stauss Joensen er sum flestum kunnugt úr Sveits, men er gift og býr í Leirvík.

Saman við Finni Hansen sum teknikara hava tær gjøgnum hetta árið spælt tónleikarperlur inn í Kringvarpinum, sum nú koma út á fløgu.

Nú útgávukonsert verður í Bátasavninum í Leirvík í dag klokkan 16, eru øll hjartaliga vælkomin í hugnaliga umhvørvið - og konsertin er ókeypis.

Kaffi verður at fáa saman við heimabakstri úr køkinum hjá Moniku í Leirvík.

Í sambandi við tiltakið í dag verður fløgan seld fyri serprís.