Plátuvendarin, útvarpsverturin og tónleikarin, Knút Háberg Eysturstein, gevur nýggja fløgu út, og tað ger hann leygardagin 25. juli á sjálvum G! Festivalinum, har hann hevur útgávukonsert fyri sína næstu fløgu. Seinastu mánaðirnar hevur Knút Háberg Eysturstein arbeitt við nýggju fløguni, sum skal eita ?The Desert Holds a Flower?. Knút sigur at hann hevur flutt seg frá studio samansetta ljóðinum, sum eyðkendi fyrru fløguna ?Havsglóð?, til eitt meira skitið og groovut bólkaljóð.
Knút kallar stílin ?psykedeliskan gospel popp við eini shoegaze 70ara rock ´n´ roll vibe afturat?.
Afturat Knúti í upptøkuhølinum vóru Bogi á Lakjuni, framleiðari og guitarleikari, Jens L. Thomsen, mixari og bassistur og Høgni Lisberg, trummuleikari og perkussionistur. Teir fýra hava kent hvønn annan í mong ár og hava drúgvar royndir, bæði hvør sær og saman. Tað er eisini henda manningin, ið verður við Knúti á palli á G! 2009.
?The Desert Holds A Flower? verður at fáa til keyps bæði sum fløga og sum dupult vinyl LP og Knút við bólki verður at hoyra leygardagin 25. juli á G! Festival
www.myspace.com/knuthabergeysturstein