Kolumbiski senatorurin Miguel Uribe er skotin í kolumbiska høvuðsstaðnum, Bogotá.
Tað hava kolumbiska stjórnin og flokkurin hjá Uribe, Centro Democrático, sagt, sambært tíðindastovuni Reuters.
Sambært fleiri miðlum er 39 ára gamli Uribe í lívsvanda.
Sambært AFP siga starvsfólk í sjúkrabilinum, at Uribe varð skotin tríggjar ferðir. Tvey av skotunum raktu høvdið, meðan eitt rakti knæið.
Uribe boðaði í oktober frá, at hann fór at stilla upp sum forsetavalevni hjá høgravenda Centro Democrático flokkinum á valinum í 2026. Enn hevur flokkurin tó ikki valt sítt valevni.
Uribe var á valfundi í park í Fontibon-høvuðsstaðnum, sum liggur í vestara parti av Bogotá, tá vápnaðir menn skutu hann aftanífrá. Tað skrivar andstøðuflokkurin Centro Democrático í fráboðan sambært Reuters.
Í einum videobroti, sum í nátt varð deilt á sosialu miðlunum, sæst Uribe halda røðu, tá skot knappliga hpyrdust. Tað skrivar AFP. Tað er ikki greitt, um videobrotið er staðfest.
Ein 15 ára gamal drongur er handtikin og hald er lagt á eitt skotvápn, siga myndugleikarnir í Kolumbia.
Drongurin fekk skaða undir handtøkuni og fær sjúkraviðgerð.
Tvey onnur fólk - ein maður og ein kvinna - hava fingið skaða. Tað er ikki greitt, hvussu tey bæði fólkini fingu skaða.
Kolumbiska stjórnin skrivar í eini fráboðan, at hon ”kategoriskt og harðliga” fordømir álopið á Uribe.
- Hendan harðskapsgerðin er ikki bara eitt álop á hansara persón, men eisini á fólkaræði, hugsanarfrælsi og lógliga útinnan av politikki í Kolumbia, stendur í fráboðanini.
##med2##
Á amerikansku síðuni sigur uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, at Miguel Uribe hevur verið offur fyri eini drápsroynd.
- USA fordømir harðliga drápsroyndina á senatorin Miguel Uribe. Tað er ein beinleiðis hóttan móti fólkaræðinum, skrivar Rubio á sosiala miðlinum X.
Hann leggur afturat, at álopið er úrslit av harðligum, vinstravendum retorikki frá kolumbisku stjórnini.
- Forsetin (Gustavo, red.) Petro hevur brúk fyri at skrúva niður fyri retorikkinum og verja embætisfólk, skrivar Rubio.
Alvaro Uribe leiðir í løtuni Centro Democrático, og hann hevur áður verið forseti í landinum. Miguel Uribe og Alvaro Uribe eru ikki slektaðir.
Miguel Uribe er abbasonur fyrrverandi forsetan í Kolumbia, Julio César Turbay. Senatorurin er eisini sonur tíðindakvinnuna Dianu Turbay, sum varð rænd og dripin av Medellin-kartellinum í 1991.
/Ritzau/