Koma ongantíð inn í dystin

Jan Andreasen, liðformaður hjá KÍ, var ógvuliga hugtungur eftir dystin.

– Vit koma ongantíð inn í dystin, eru als ikki klárir frá byrjan og áðrenn vit hava vent okkum, er støðan 3-0 til EB/Streym, sigur hann. Um orsøkina til, at tað gekk so galið sum tað gjørdi, svarar Jan Andreasen, at tað var eitt samanfall av, at teir ikki megnaðu at spæla sítt egna spæl, samstundis sum fjálturin fyri ein uppaftur størri tapi lá í høvdinum á teimum flestu.

Jan Andreasen heldur ikki, at tað hevði gjørt stórvegis mun, um Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen høvdu verið við.

– Nú ræður um at fáa henda dystin aftur um bak ongantíð ov skjótt hjá okkum øllum, segði Jan Andreasen eftir dystin.