Trump fer at brúka eina milliard til at gera Alcatraz klárt til fangar

Donald Trump skjýtur upp at játta pening til at gera ferðafólkamálið í San Fransisco til eitt fongsul.

Alcatraz-fongslið í San Francisco-flógvanum stongdi í 1963. Í dag virkar fongslið sum ferðafólkamál. (Arkivmynd). - Mynd: Kirby Lee/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at brúka beint undir eina milliard dollarar til at umbyggja fongslið í Alcatraz.

Tað siga tíðindastovurnar Reuters og AFP frá fíggjarlógaruppskotinum, sum Trump fríggjadagin legði fram fyri amerikansku stjórnina fyri fíggjarárið 2027.

Trump skjýtur upp á fíggjarlógini, at 152 milliónir dollarar verða settar av - tað svarar til 979 milliónir dollarar.

Trump hevur leingi stríðst fyri at lata fyrrverandi fongslið uppaftur, sum liggur á eini lítlari oyggj í San Francisco Bay.

Alcatraz varð fyrr mett at vera tryggasta fongslið í USA orsakað av isoleraðu staðsetingini.

Í mai í fjør bað Trump løgmálaráðið í landinum og aðrar myndugleikar um at víðka og seinni lata Alcatraz upp aftur, har teir mest miskunnarleysu og harðligu brotsmenninir í USA kunnu hýsast.

Fongslið var opið frá 1934 til 1963 og varð stongt orsakað av høgum rakstrarútreiðslum, upplýsir Bureau of Prisons.

Bureau of Prisonshevur upplýst, at tað var tríggjar ferðir so dýrt at reka Alcatraz í mun til onnur samveldisfongsul.

Tá fongslið var opið, hevði tað pláss fyri 336 fangum. Tað hevur hýst fleiri kendum brotsmonnum, eitt nú mafialeiðaranum Al Capone. Nógvar sjónligar rýmingarroyndir hava eisini verið úr fongslinum.

Síðani 1970-árini hevur tað virkað sum eitt vælumtókt ferðafólkamál, og dregur fleiri enn eina millión ferðafólk hvørt ár.

Í fíggjarlógaruppskotinum fríggjadagin vil Donald Trump eisini økja munandi um útreiðslurnar til amerikansku verjuna.

Forsetin leggur upp til eina verjujáttan upp á 1,5 billiónir dollarar í 2027, sum er 50 prosent meira enn í 2026. Upphæddin svarar til umleið 9735 milliardir krónur.

Fyri at fíggjarlógin skal gerast veruleiki, skal hon fyrst samtykkjast av amerikansku kongressini.

Sambært Reuters meta politikarar í USA ofta fíggjarlógaruppskot frá Hvítu Húsunum sum vegleiðandi.

 

/Ritzau/

 

Alcatraz-fongslið í San Francisco-flógvanum stongdi í 1963. Í dag virkar fongslið sum ferðafólkamál. (Arkivmynd). - Mynd: Kirby Lee/Ritzau Scanpix