Smyril avlýsir túrar í morgin

Fyrr í dag komu boð um, at Smyril sigldi ikki í morgun, tí brek er á køliskpan.

 

Tað fættist, at fleiri hundrað fólk vóru umborð á Smyrli í morgun, tá boð komu um, at skipið ikki sigldi, og at broytingar vóru í ferðaætlanini.

 

Les meira her: in.fo - fyrst og fremst

 

Nú eru boð kominn um, at Smyril avlýsir nakrar túrar í morgin.

 

Strandferðaslan sigur soleiðis á ssl.fo:

 

Vegna bráðneyðugar umvælingar á Smyrli verða túrarnir av Krambatanga kl. 08.30 og av Havnini kl. 11.00 sunnudagin 5. april ikki sigldir.