Ingun Simonsen
skúlaleiðari
???????????????
Tímajáttanin til skúlarnar er nú munnliga komin út á skúlarnar og er hon so nógv skerd, at ilt verður hjá flestu næmingum, bæði sokallaðum veikum og sterkum næmingum, at fóta sær úti í samfelagnum aftaná eitt áramál.
Tað eru 25 ár síðan eg sjálv fór út úr fólkaskúlanum í Havn. Samfelagið í dag er eitt heilt annað enn tá. Vit hava ment okkum á nærum øllum økjum, infrastruktururin er góður og livistandardurin høgur, samskifti við útheimin hevur ongantíð verið betri og fólk yvirhøvur eru betri og betri upplýst.
Hóast alla hesa framgongd og menning, tori eg at siga, at skúlin eg fór úr fyri 25 árum síðan var ein nógv betri skúli enn flestu skúlar í dag, hóast lógin ikki legði upp til tað hon leggur upp til í dag.
Sum næmingur fyri 20-25 árum síðan hugsaði tú ikki um lógir og tímar og eg havi satt at siga heldur ikki studera táverandi fólkaskúlalóg so gjølla, men tosi av erfaring, men tað er sjálvandi úr Havn.
Sigast skal, at bókliga veikir næmingar ikki fingu tað burturúr teir áttu, men hinvegin, teir vóru eisini í skúlanum tá. Og eg loyvi mær at ivast í, um hesir næmingar fáa tað burturúr í dag heldur, sum lógin annars leggur upp til.
Eg minnist tá ið realskúlin var endaliga avtkin, tá vóru fleiri næmingar, ið valdu realskúlan frá og ístaðin fóru í 8. flokk, tí hann var nógv meira spennandi sæð í eygunum á teimum ungu.
Í framhaldsdeildini høvdu vit høvi at velja okkum nærum tað okkum lysti. Vit høvdu, minnist meg rætt, høvi at velja tríggjar vallærugreinir og tær vóru fleiri at velja ímillum. Í dag hava næmingar í teimum smærru skúlunum so at siga bert høvi at velja fysik, kemi og týskt. Sjálv havi eg bert starvast í skúlaverkinum í 10 ár, og kann tí ikki sjálv meta um, yvir eitt langt tíðarskeið, men skúlaleiðarar og lærarar tosa dagliga saman og tað er einki dulsmál at skúlin í dag verður minni og minni prioriteraður.
Ein skúli úti á bygd við stórum hølistrupulleikum hevur tørv á fleiri tímum enn ein skúli við ongum hølistrupulleikum, tað skuldi ikki verið so torført at skilt, men tað tykist sum politikararnir als ikki skilja nakað sum helst.
Tá ið tímatalvan á einum skúla skal leggjast, eru nógv ting ein skúli má hava í huga. Vit fáa eitt pultstímatal og eitt tímatal fyri næmingar, ið hava brúk fyri serligum tørvi, síðstnevndu næmingar vóru sum oftast fluttir á Skúlan á Trøðni fyri nógvum árum síðan. Hesar næmingar hevur bæði nýggja fólkaskúlalógin og fólkaskúlalógin frá 1979 havt í huga í lógunum, at teir skulu vera í síni heimbygd og ganga í skúla saman við teimum tey eru vaksin upp saman við, men samstundis eiga teir at fáa tímar í seligum tørvi alt eftir individuellum tørvi.
Tað er altíð ynskiligt at ein flokkur ikki er ov stórur, hetta hevur mangan verið alment frammi og at næmingar í sama aldursbólki eru sjálv, er eisini, vil eg siga, ein mannarættur. Úti á teimum smáu skúlunum við hølistrupulleikum eru vit oftast noydd at leggja fleiri floksstig saman og í einum flokki kunnu ganga 21 næmingar hoyrandi til tríggjar ymiskar flokkar í einari alt ov lítlari stovu, sum allarhægst átti at rúma 10 næmingum, um gingið skal vera eftir fólkaskúlalógini. Fleiri av hesum næmingum hava brúk fyri serligum tørvi, summi meira enn onnur. Onkur næmingur, helst fleiri í einum bólki er, av sálarfrøðingi ella øðrum serfrøðingi, mettur at skulu hava stuðul allan skúladagin, men hesir næmingar fáa, um vit eru heppin, hægst 5 tímar um vikuna, ístaðin fyri 27 og aðrir fáa ongan tíma. Hølini eru smá og inniluftin ring og her skulu 21 børn og lærari húsast og royna at fáa sum mest burturúr.
Samfelag okkara er, sum eg áður var inni á, so mikið framkomið, at vit øll fullvæl vita, at fólk, sum manglar pláss og hartil er útsett fyri iltmangul ikki læra líka skjótt sum onnur, tey missa rætt og slætt hugin at læra og summi gerast beinleiðis sjúk og lærarin, sum jú eisini er eitt vanligt menniksja orkar heldur ikki at halda á innan fyri hesar karmar ár út og ár inn.
Tá ið nú einki er at gera við plásstrotið í bræði, smáu kommunurnar eru flest allar sera illa fyri fíggjarliga aftaná kreppuárini, tær hava ikki sama inntøkugrundarlag sum tær stóru, bæði tí færri fólk búgva á staðnum, men eisini tí at fleiri gjalda skatt aðrastaðir, sjómenn t.d., og Landsstýrið hevur beinleiðis sýtt kommun-unum stuðul til bygging av nýggjum skúlum, er annars ein annar møguleiki og tað er at hava færri børn inni í hvørjum høli, børnini kundu so møtt forskoti í skúla, men hetta ber tíverri heldur ikki til, tí tímarnir skúlarnir fáa tillutaðar frá Mentamálastýrinum eru ikki til tað, tað er jú ásett við lóg hvussu nógvar tímar hvør flokkur skal hava.
Heldur hetta óskil fram við ov lítlari játtan til fólkaskúlan, hava vit offra okkara børn á sparialtarinum og lærarar og leiðarar fara ein fyri og annar eftir, at rýma úr føroyska fólkaskúlanum, tí hetta heldur eingin til.
Hvat verður so endin á hesum so framkomna samfelag. Óskúlaði og líkasæl ættarlið, sum vit ikki kunnu rokna við fara at takka okkum fyri ?beinasemi".
Her lekur veruliga millum teori og praksis.