Talvdystur millum havnarmenn og klaksvíkingar er fastur táttur á ólavsøku.

Havnin og Klaksvík í ólavsøkutalvdysti

Eins og undanfarin ár fara talvfeløgini í Havn og í Klaksvík aftur í ár at hava sín serstaka ólavsøkudyst.

Talvdystur millum havnarmenn og klaksvíkingar er fastur táttur á ólavsøku.

Í fjør endaði dysturin javnur 5 - 5.

 

Telvað verður í hølum Havnar Telvingarfelags ovast á Finsen - mitt í ólavsøkuni - beint eftir kappróðurin ólavsøkuaftan.

 

Telvað verður sum vant á tíggju borðum. Hvør telvari fær fimtan minuttir í part umframt fimm sekund fyri hvønn leikin framíhjá. Talan er um kviktelving, teir rópa. Dysturin verður tí væntandi um ein tíma til longdar. 

 

Feløgini hava mannað seg við tíggju telvarum til dystin. Havnarliðið stillar upp eftir standardrating, røðin á klaksvíksliðnum er skipað eftir kvikrating.

 

Mannngarnar verða ætlandi hesar - í klombrum síggjast vanligu styrkitølini/standardtølini.

 

Havnar Telvingarfelag

 

1. Luitjen Akselsson Apol (2305)

 

2. Rógvi W. Rasmussen (2164)

 

3. Elias Petersen (2075)

 

4. Hjalti T. Jógvansson (2017)

 

5. Sigurð B. Justinussen (1976)

 

6. Herluf Hansen (1964)

 

7. Petur G. Magnussen (1957)

 

8. Flóvin M. Tummasarson (1924)

 

9. Jógvan Joensen (1908)

 

10. Herbert Holm Johannesen (1749)

 

 

 

Klaksvíkar Talvfelag

 

1. Ólavur Simonsen (2220)

 

2. Finnbjørn Vang (1952)

 

3. Haldur S. Johansen (2004)

 

4. Ingolf Gaard (1930)

 

5. Terji Petersen (1950)

 

6. Tummas Martin Sólsker (1881)

 

7. Janus Skaale (1964)

 

8. Wille Olsen (1961) 

 

9. Rógvi H. Olsen (1884)

 

10. Rókur Davidsen (1988)

 

 

 

Øllum stendur frítt og ókeypis at forvitnast, meðan telvað verður. 

 

 

 

Siðvenjan við hesum ólavsøkudystum byrjaði upprunaliga í 1995. Seinni datt dysturin niðurfyri, men byrjað var aftur í 2021.

 

 

 

Vinnarar 2021-2024

 

2021 HT

 

2022 KTF

 

2023 HT

 

2024 HT

 

2025 Javnleikur

 

Talvdystur millum havnarmenn og klaksvíkingar er fastur táttur á ólavsøku.