Dannebrog leggur at í Vági klokkan 9:45, har kongshjúnini fara í land til almennamótøku, har Bjarni Johansen, borgarstjóri heldur røðu og navnkennir býráðið.
Síðani verður farið í Far Lab í Vágs skúla.
Klokkan 11 verður við bili á Vágseiði, har kongshjúnini hitta lærarar og fyrrverandi næmingar á Ítróttarháskúlanum.
Klokkan 12:55 verður Bjarni Johansen, borgarstjóri, vertur fyri miðmála á Hamragarði, har kongshjúnini eta miðmála saman við eldri búfólkum.
Klokkan 14:05 verður farið til Fámins.
##med2##
Síðani sær skráin soleiðis út:
Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at í Vági.
Kl. 10.00 Kongshjúnini fara í land. Vágs kommuna hevur almenna móttøku, har borgarstjórin heldur røðu og navnkennir býráðið.
Kl. 10.15 Farið verður við bili til Fab Lab, sum er í skúlanum
Kl. 10.20 Vitjað verður á Fab Lab í Vágs skúla
Kl. 11.00 Farið verður við bili til Vágseiði, har kongshjúnini hitta lærarar og fyrrverandi næmingar á Ítróttaháskúlanum.
Kl. 12.55 Borgarstjórin er vertur fyri miðmála á Hamragarði. Kongshjúnini eta miðmála saman við eldri búfólki.
kl. 14.05 Farið verður við bili úr Vági til Fámjins.
Fámjin
Kl. 14.30 Komið verður til Fámjins. Borgarstjórin tekur ímóti uttan fyri kirkjuna og navnkennir bygdaráðið.
Kl. 14.40 Kongshjúnini vitja kirkjuna.
Kl. 15.00 Spákað verður til Taravirkið, TARI
Kl. 15.40 Farið verður við bili úr Fámjin til Tvøroyrar.
Tvøroyri/Trongisvágur
Kl. 16.00 Komið verður til barnagarðin Mýrifípan í Trongisvági. Uttanfyri barnagarðin er almenn móttøka hjá Tvøroyrar kommunu, har borgarstjórin heldur røðu.
Kl. 16.50 Farið verður við bili til plantasjuna í Trongisvági.
Kl. 16.55 Komið verður til plantasjuna. Spákað verður gjøgnum lundina og kongshjúnini gróðurseta eitt træ í sambandi við, at viðarlundin er vorðin 100 ár.
Kl. 19.30 Borgarstjórin er vertur fyri døgurða á SALT og navnkennir býráðið har.
Kl. 22.20 Kongsskipið Dannebrog siglir av Drelnesi
Fríggjadagur tann 13. juni á Eiði
Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at á Eiði
Kl. 10.00 Kongshjúnini koma í land.
Kl. 10.10 Farið verður við bili til myndastovuna hjá Sigrun Gunnarsdóttir
Kl. 11.00 Komið verður við bili oman á Vaglið, har Eiðis kommuna er vertur fyri almennari móttøku. Borgarstjórin heldur røðu og navnkennir bygdaráðið.
Kl. 11.20 Spákað verður framvið ellisheiminum til Hólmahúsið.
Kl. 11.35 Komið verður til Hólmahúsið, har borgarstjórin er vertur fyri miðmála.
Kl. 12.45 Farið verður við bili aftur til kongsskipið Dannebrog.
Kl. 12.50 Komið verður til kongsskipið Dannebrog, og kongshjúnini fara umborð.
Kl. 18.00 Kongshjúnini eru vertir fyri móttøku umborð á kongsskipinum Dannebrog.