Koppseta 693 starvsfólk og eldri hesa vikuna

Nú er ein ætlan løgd fyri, hvussu tey í eldrarøktini í Tórshavnar Kommunu, verða koppsett

Nú verður farið undir at koppseta øll búfólkini á eldrastovnum í Tórshavnar Kommunu, og øll tey starvsfólk, sum arbeiða í eldrarøktini. Tilsamans er talan um 693 fólk, 486 starvsfólk og 207 búfólk, sum nú fáa tilboð um at verða koppsett.

Koppingarevnið skuldi koma í gjár, men tað varð ein dag seinkað, so tað kemur í dag ístaðin og í morgin verður farið undir at koppseta, skrivar Tórshavnar Kommuna. Tey fyrstu, sum verða koppsett, verða starvsfólkini og so verða búfólkini koppsett seinni í vikuni.

tey, at búfólk verða koppsett seinni í vikuni.

Tey 207 búfólkini á bústovnunum í Tórshavnar kommunu eru býtt soleiðis millum ymisku heimini:

Boðanesheimið – 64 búfólk.

Lágargarður – 48 búfólk.

Tjarnargarður – 31 búfólk.

Ellishemið – 25 búfólk.

Vallalíð – 16 búfólk.

oman Hoydalar – 10 búfólk.

oman Mattalág – 9 búfólk.

Kollafjørður – 7 búfólk.