Korona: Hetta vóru góð tíðindi

– Eg hevði vónað, at hetta varð úrslitið, og heldur hetta, sær tað gott út, sigur Pál Weihe, ráðgevari í koronu

Hetta vóru góð tíðindi. Tað var fyrsta reaktióni hjá Páli Weihe, ráðgevara í koronu, tá ið Heilsumálaráðið almannakunngjørdi úrslitið av eini kanning í gjár, sum vísti, at tilsamans eru tað 84 prosent av føroyingum, sum eru sinnaðir at lata seg koppseta fyri koronu.

Hann sigur, at hansara vón hevur verið, at upp eini 90 prosent av fólki fara at lata seg koppseta, so hetta er, sum hann vónaði.

LES EISINI: Næstan allir føroyingar vilja lata seg koppseta

Hann sigur, at hann kennir bara føroyingar, sum eitt rationelt fólkaslag. Hann heldur, at spurningurin um at lata seg koppseta, ella ikki, er ein spurningur um at hava álit á vísindinum, og teimum myndugleikun, sum bera hesi vísindini fram.

Hann viðgongur samstundis, at tað órógvaði hann eitt sindur, tá ið so nógv páhald um samansvørjingar av alskyns slagi ímóti koppsetingini, vórðu sett fram á internetinum og aðrastaðni. Men hann leggur afturat, at í roynd og veru hevði hann heldur ikki væntað, at føroyingar í stórum tali fóru at seta seg ímóti at verða koppsettir, og tað fegnast hann um.

Men úrslitið av kanningini hjá Heilsumálaráðnum hevur víst, at fólk hava álit á vísindinum og myndugleikunum heldur enn á allar samansvørjingarnar ímóti koppingarevninum, sigur hann.

Føroyingar vilja verja, bæði seg sjálvar, og sín næsta ímóti koronu, og tað eru góð tíðindini, tí verður so stórt tal á føroyingum koppsettir, fær korona ikki breitt seg longur, og so doyr hon út, sigur Pál Weihe.

Kanningin hjá Heilsumálaráðnum vísir, at tey yngru ættarliðini aftra seg eitt sindur meiri enn tey eldru ættarliðini, men Pál Weihe heldur, at tað er ikki annað enn náttúrligt, tí avleiðingar av at fáa koronu, eru ikki líka álvarsligir, sum teir eru hjá eldri fólki.

Hann sigur, at gongst sum ætlað við koppsetingini, verða vit liðug at koppseta seinast í juni, og so kunnu vit síggja fram til at fáa eitt rættiliga vanligt summar aftur, har vit kunnu savnast til tey tiltøk, sum hoyra summarinum til.

Men samstundis leggur hann dent á, at enn hevur tað ein avgerandi týdning, at vit eru varin, og halda tilmælini um ikki at savnast í ov stórum bólkum og at vit eru minst tveir metrar frá hvørjum øðrum, tá ið vit eru saman í bólki. Somuleiðis hevur tað alstóran týdning, at tey, sum koma til Føroya, virða tilmæli um at halda seg burtur frá fólki í seks dagar, og lata seg síðani kannað fyri koronu.