Korona: Illgruni er um at skipsmanningar í Klaksvík ikki aktaðu boðini

– Tí heitir landslæknin nú á nøkur fólk um at ansa serliga væl eftir

Landslæknin heitir á øll, ið hava havt samband við útlendsku manningarnar á teimum trimum skipunum, sum seinastu tíðina hava ligið við bryggju í Ánunum í Klaksvík, um at vísa serligt varsemi.

Tað ger landslæknin, tí at illgruni er um, at fleiri av manningini á teimum útlendsku skipunum hava verið í landi.

Upprunaliga varð annars vissa um, at teir høvdu ikki verið í landi. Men síðani hava fólk boðað frá, at tey hava sæð teir reikað runt í Klaksvík, og eitt nú hava teir verið til handils.

Tí heitir landslæknin á øll ið hava havt samband við teir um at ansa serliga væl eftir og fáa tey nøkur sjúkueyðkenni, eiga tey at lata seg kanna alt fyri eitt.

Leygardagin varð staðfest, at 23 av manningi á russiska trolaranum, Karelia, høvdu korona, men tá var meiri enn helvtin av manningini upp á næstan 80 fólk, sum ikki var kannað. Og í gjárð varð eisini staðfest, at seks av manningini á farmaskipinum, Cassiopeia, eisini høvdu koronu.