Tað leikar so hart á hjá Atlantsflog, at felagið nú noyðist at fáa pengar úr landskassanum fyri at koma ígjøgnum koronukreppuna.
Higartil hevur felagið seitt fleiri tiltøk í verk:
· Flest øll starvsfólk vóru í mars send í serskipanin hjá ALS
· Umleið 100 starvsfólk eru søgd úr starvi fyri at minka um rakstrarútreiðslurnar.
· Tal av ferðamálum lækkað úr 12 niður í tvey ferðamál í løtuni.
· Talið av fráferðum er lækkað úr 1.559 í 2019 niður í umleið 870 í 2020.
· Avtala er gjørd við lánsveitarar um avdráttarskáa í 2020.
· Flotin verður ætlandi minkaður úr fýra niður í trý flogfør.
· Nýggju A320neo flogførini verða útsett frá 2023 og 2024 til 2027 og 2028.
Koronufarsóttin hevur stóra ávirkan á flogvinnuna í øllum heiminum og eisini á Atlantic Airways.
Flestu flogfeløg í heiminum eru hart rakt og hava annaðhvørt fingið fíggjarliga hjálp ella eru farin á húsagang.
Bert fimm lond í Evropa eru opin sambært danska uttanríkisráðnum, 15. oktober 2020. Krøvini um heimauppihald og sóttarhald hava neiliga ávrikan á bæði rutuflúgving og leiguflúgving.
Sum fyritreyt fyri framrokningunum sigur Atlantsflog:
· At Covidð-19 kappingarevni verður skjótt á marknaðinum.
· Ar roknað verður við 27 prosent færri ferðafólkum í 2021 í mun til 2019
· At flotin telur trý flogfør og tvær tyrlur
Tøkur peningur hjá Atlantsflog var við ársbyrjan 142 milliónir krónur. Við ársenda væntast hann at vera komin niður á 24 milliónir. Og næsta ár væntast hann at vera komin niður á minus 17 milliónir.
Eginognin hjá felagnum var við ársbyrjan 258,6 milliónir. Hon væntast við ársenda at verða komin niður á 120 milliónir krónur og næsta ár niðri á sløkum 86 milliónum krónum. Solvensurin, sum við ársbyrjan var 34 prosent fer við ársenda niður á 20 prosent og niður á 16 prosent næsta ár.
Atlantsflog væntar í ár at hava hall upp á 140 milliónir krónur og næsta ár upp á 42 milliónir kronur. Tilsamans verður hallið 182 milliónir krónur.
Gjaldførið væntast at versna samstundis umleið 159 milliónir krónur í 2020 og í 2021.
Til tess at tryggja nøktandi gjaldføri og eginogn í verandi støðu hevur Atlantic Airways tørv á nýggjum kapitali, og tí er tað, at landsstýrismaðurin hevur sent Løgtinginum uppskotið um at seta 100 milliónir krónur í nýggjum peningi í felagið.
Við kapitalinnspræningini upp á 100 milliónir veksur eginognin tilsavarandi, og solvensurin kemur upp í móti teimmum 30 prosentunum og verður tí nøkulunda á sama støði sum við ársbyrjan.