Korona og náttarlív: Mæla til at fólk taka ábyrgd

Tey fara at ansa eftir, men halda eisini, at folk eiga sjálvi at ansa eftir

Vit mæla til, at fólk sjálvi taka ábyrgd. Tað sigur Remy á Kamarinum, sum varðar av dansihølunum og skeinkustøðunum, Basecamp og Taboo.

Skeinkistøðini fara at hava opið til klokkan tvey um náttina nú á ólavsøku. Men tað, serfrøðingar stúra mest fyri, er, at fólk fara at stúva seg saman á skeinkistøðum um náttina tí tá er stórur vandi fyri, at korona-smittan kann fara at breiða seg.

Í hesum sambandi mæir Reymu av Kamarinum fólki til at taka ábyrgd og at ansa eftir sær sjálvum – og hvørjum øðrum, tí hann heldur, at tað er ringt hjá starvsfólkinum at ansa eftir fólki.

Men annars ansa tey eftir at tað ikki vera ov nógv fólk inni í senn. Hann sigur, at ætlanin er ikki at loyva fleiri enn 150 fólkum inn í senn.

– Eg eri greiður yvir, at korona-tilmæli sigur, at vit skulu ikki vera meiri enn 100 fólk saman. Men vit hava loyvi til at hava 300 fólk inn, so hølini verða hálv tóm, leggur hann afturat.

Men hinvegin skeinkja tey eisini uttandura og tað kann vera við til at avmarka talið á fólki, sum er innandura, heldur hann.

Annars heldur hann, at fólk eru farin at slaka nakað nógv í. Tað var ta einu tíðina, at fólk hugsaðu nógv um tað, men eg haldi, at í seinastuni hava fólk havt lyndi til at gloyma tað.

– Men nú eru einir 30 tilburðir av korona staðfestir hjá útlendskum sjómonnum í Klaksvík, og kanska hevur tað verið ein lítil hvøkkur, og ein áminning um, at smittan er ikki so langt burtur, leggur Remy av Kamarinum afturat.

Sunneva Háberg Eysturstein, sum rekur Sirkus Føroyar, sigur, at tey seta tiltøk í verk fyri at avmarka talið á fólki. Hon sigur, at vanliga plaga tey at skipa fyri stórar  konsertir í Vágsbotni, men alt tað verður av ongum hesa ferð fyri at avmarka talið á fólki.

Hon heldur ikki, at tað er so stórur munur á ólavsøku og á øðrum vikuskiftum og á ólavsøku gera tey, sum tey plaga at gera. Hon dugir heldur ikki at síggja tann stóra munin á einum skeinkistaði og øðrum tiltøkum, har fólk eisini trunka seg saman.

Tað sleppa ikki so nógv fólk inn í Sirkus, men tey skeinkja eisini uttandura fyri at avmarka talið á fólki og vit royna at minna fólk at, hvussu støðan er.

Vit royna eisini at ansa eftir, at tað ikki verður ov trongligt, og vit hava spritt allastaðni.

­­­– Vit royna at halda okkum til tey almennu tilmælini og tað hava vit gjørt alla tíðina, so ólavsøkan í ár verður einki undantak í so máta, sigur Sunneva Háberg Eysturstein.