Korona rakar øðrvísi nú enn tað hevur gjørt

Tey, sum verða illa sjúk av koronu nú, eru ikki tey, vit eru von við og tað er bara ein gongd leið

Vit mugu staðfesta, at korona hevur broytt seg og nú rakar tað øðrvísi enn tað hevur gjørt. Tað var boðskapurin frá heilsufakligu myndugleikunum í Danmark í gjár.

 

Vit eru von við, at tað mest vóru gomul og fólk, sum annars vóru veik, sum vórðu illa sjúk av koronu. Men soleiðis er støðan ikki longur. Fyri nýggjar vóru bara 13 prosent av teimum, sum vóru innløgd við koronu undir 40 ár, men nú eru heili 50 prosent av teimum, sum verða innløgd undir 40 ár, og fleiri av teimum verða so sjúk, at tey mugu í respirator.

 

Nú eru 80 prosent av teimum, sum eru innløgd við koronu, fólk, sum ikki eru liðugt koppsett - og samstundis eru 77 prosent av teimum, sum nú fáa koronu, fólk, sum ikki eru koppsett.

 

Myndugleikarnir siga, at hetta er avleiðingin av, at tað eru ov nógv fólk undir 40 ár, sum ikki eru koppsett. Og støðan er tann, at eisini ung fólk, sum annars hava góða heilsu, kunnu verða rættiliga hart rakt av koronu. Samstundis hava vit ikki fult yvirlit yvir, hvørja heilsuligar avleiðingar, korona kann hava við sær í longdini, men tað verður mett, at tíggjundi hvør koronu-sjúklingur fær langtíðaravleiðingar at dragast við.

 

Tað er Delta varianturin av koronu, sum nú herjar, og hann er tann ringasti varianturin higartil, og veruleikin er, at nú eru tað tey, sum ikki eru koppsett, sum dríva smittuna fram. Tað eru tey, sum ikki eru koppsett, sum halda lív í koronu, tí nú er korona ein farsótt, sum gongur ímillum fólk, sum ikki eru koppsett.

 

Royndirnar vísa eisini, at ein sproyta virkar ikki serliga væl ímóti Delta variantinum, men hinvegin eru tey, sum fáa báðar sproyturnar, eru rættiliga væl vard.

 

Boðskapurin frá heilsumyndugleikunum í Danmark er, at tað er vónleyst at meta um, hvussu gongdin fer at vera um eitt hálvt ár, ella um tvey ár. Tað fer at ganga rúm tíð, áðrenn allur heimurin er koppsettur og vit kunnu ikki útihýsa, at aðrir variantar taka seg upp, sum eru enn vandamiklari, og smitta enn verri, enn Delta varianturin.

 

Hinvegin staðfestu teir, at koppsetingin verjir fólk rættilig væl ímóti at verða álvarliga sjúk av  koronu. Tað merkir, at 94 til 97 prosent av av temum, sum eru koppsett, eru vard ímóti at fáa koronu. Sostatt merkir tað eisini, at av høvdu 100 fólk fingið koronu, hevði tað bara verið 3-6 fólk sum høvdu verðið sjúk, vóru tey øll 100 koppsett.