Korona: Tvey lond afturat eru nú sett á vandalistan

Og eitt land er tikið av beinleiðis vandalistanum

Uttanríkisráðið mælir nú øllum frá at fara til Fraklands og Kroatia, uttan tað er í neyðugum ørindum. Hesi bæði londini sera vældámd ferðamál, men nú breiðir korona seg so skjótt har, at Uttanríkisráðið mælir fólki frá at fara handa vegin, uttan so at tey hava eini neyðug ørindi har.

Í Bulgaria hinvegin er talið á smittaðum í munandi minking og tí verður ikki longur mælt frá at fara hagar, men tað verður kortini mælt til at vísa størara varsemi.

Sostatt verður nú mælt frá at fara til Andorra, Belgia, Luksemburg, Malta, Rumenia, Spania, Monako, Frakland og Kroatia, tí korona breiðir seg seg skjótt í hesum londunum.

Haraftur ímóti hava onnur lond eisini sett treytir til fólk, sum tey fáa inn um síni landamørk, og tí mælir Uttanríkisráðið frá at fara hagar. Eitt nú er talan um, at fólk skulu í sóttarhald, so tað er ikki altíð at tað loysir seg at fara og at sita meginpartin av tíðini í sóttarhaldi. Her er talan um Írland, Lettland, Litava, Ísland, Finnland og Slovenia.  

Frá 29. august, tað er leygardagin, sleppa fólk úr nøkrum londum ikki til Danmarkar, ella til Føroya, uttan so, at tey hava eini heilt serlig ørindi. Londini, talan er um, eru Andorra, Belgia, Frakland, Kroatia, Luksemburg, Malta, Monako, Rumenia og Spania.