Korona: Vit kunnu vera eitt sindur errin

At tveir tilburðir hava verið hesar seinastu dagarnar, broytir ikki støðuna, heldur Pál Weihe

– Eg haldi, at vit kunnu saktans loyva okkum at vera eitt sindur errin av støðuni. Tað heldur Pál Weihe, serlækni, og ráðgevari í koronu.

– Tað hevur eydnast okkum at berja koronu niður, ikki bara eina ferð, men tvær ferðir og tað er nakað at vera errin av, heldur hann.

At ein koronutilburður varð funnin í fyrradagin, og ein afturat í gjár, broytir ikki støðuna.

– Vit hava klárað tað, so nógv onnur lond ikki hava klárað – og tað enntá tvær ferðir, og tað hava vit klára, hóast tað sá rættiliga vónleyst út eitt skiftið, tá ið nógvir smittutilburðir vóru um dagin.

– Og nú vita vit, hvussu vit skulu bera okkum at, verða vit álopin enn einaferð. Uppskriftin er at kanna so nógv, sum gjørligt og at seta tey, sum eru smittað, og øll tey hava havt samband við, í sóttarhald

– Tað, sum nú er tað týdningarmiklasta av øllum, er at vit verja markið og kanna øll tey, sum koma til Føroya, sigur koronaráðgevarin.

Tað er eitt krav, at fólk, sum koma uttanlands, lata seg kanna. Og í hesum eftirlitinum mugu vit staðfesta, at vit hava funnið tveir tilburðir hesar báðar einastu dagarnar.

Men støðan er tann, at koronukanningarnar eru ikki heilt eftirfarandi, tí vit kunnu vænta, at fimti hvør koronusjúklingur sleppur ígjøgnum nálareygað, tí at royndin er negativ, hóast talan í roynd og veru er um ein sjúkling. Tað kann vera tí at viðkomandi hevur fingið smittuna ein av allarseinastu døgunum, aðrenn royndin er tikin.

– Tí eiga vit at gera alt fyri at eggja fólki, sum koma til Føroyar, um at lata seg kanna umaftur tann sætta dagin, tey eru í Føroyum, sigur Pál Weihe.

– Er tann royndin eisini negativ, kunnu vit vera rættiliga vís í, at úrslitið er rætt, leggur hann afturat.

Í hesum sambandi minnir hann á, at tað er rættiliga ómakaleyst at lata seg kanna, tí tað er bara at møta upp á eini kanningarstøð, og har er tað ókeypis, ella tað ber til at fara á eina kanningarstøð hjá Thetis, og har kostar tað útvið 400 krónur.

– Vit kunnu ikki krevja, at tey lata seg kanna sætta dagin, men vit kunnu staðiliga eggja teimum til at gera samfelagnum, og okkum øllum, ta tænastu, sigur Pál Weihe

Hann sigur, at frá tí at tey koma til landið, og til kanningina tann sætta dagin, eiga fólk at vísa varsemi. Tað er ikki neyðugt at vera í sóttarhaldi, men tey eiga at vísa varsemi og eiga at halda seg eitt sindur fyri seg sjálvi.

 – Tey kunnu liva ov virka í samfelagnum, men tey eiga ikki at fara har nógv fólk eru. Men tað haldi eg, eg, er lítið at offrað fyri at bjarga okkum undan koronu, sigur hann.