Koronukanningarnar ikki longur á Eirargarði

Tú skalt tú eisini bíleggja tíð, áðrenn tú letur teg kanna fyri koronu

Síðani fyrst í augustmánað hevur Eirargarður verður karmur um koronukanningar hjá Sjúkrahúsverkinum. Men mánadagin flyta koronukanningarnar av Eirargarði oman á Eystaru Bryggju.

Og nú skulu øll, ið vilja at lata seg kanna, bíleggja tíð frammanundan. Bíleggingin fer fram á heimasíðuni korona.fo, og hetta er sambært Sjúkhúsverkinum fyri at sleppa undan bíðirøð.

Hesum boðar Landssjúkrahúsið frá í tíðindaskrivi í dag.

– Seinastu vikurnar hevur verið meiri illfýsi veður, og tjaldið, ið áður hevur vart starvsfólkini fyri avfalli, kann ikki nýtast í nógvum vindi og er tikið burtur. Hetta er ikki haldgóð støða, og hevur Sjúkrahúsverkið í eina tíð leita eftir brúkiligum hølum at hýsa koronakanningunum, nú veturin nærkast, sigur Landssjúkrahúsið í tíðindaskrivinum.

Tað er í hesum sambandi, at Sjúkrahúsverkið nú tekur upp samstarv við Smyril Line um koronakanningarnar. Ítøkiliga merkir hetta, at kanningarnar frá fríggjadegnum verða gjørdar á Eystaru bryggju í høllini skamt frá Farstøðini.

Øll, sum vilja lata seg kanna, skulu bíleggja tíð til koronukanning inni á korona.fo. Hetta verður gjørt í talgildari bíleggingarskipan, sum Smyril Line hevur ment til endamálið. Skipanin er einføld og løtt at brúka, men tey, ið hava trupulleikar við skipanini hava møguleika at ringja á 304545 og fáa hjálp.

– Tá tú hevur bílagt fært tú eina kvittan á telefonina og teldupost. Tað er umráðandi at hava hesa við sær oman í bilrøðina á Eystaru Bryggju. Fyri at sleppa undan longum bíðirøðum, verða fólk biðin um at møta til ásettu tíð, sigur Landssjúkrahúsið.

Samstarv við Smyril Line og Thetis
Tað verður tó framvegis Sjúkrahúsverkið, sum hevur evstu ábyrgd av koronukanningunum og fólk frá Landssjúkrahúsinum koma at tryggja at øll viðurskifti kring kanningarnar hava neyðugu dygdina.

Uppgávan hjá Smyril Line verður at hýsa kanningunum, skipa ferðsluna á økinum og annars skipa fyri, at øll, ið bíleggja eina tíð til kanning, verða kannað. Avtalað er samstundis gjørd við Thetis, at tað verða royndu starvsfólkini hjá kanningarstovuni, sum fara at pota.

Upplatingartíðirnar verða hesar:

Mánadag kl. 17-19
Týsdag kl. 20-22
Mikudag 17-19
Fríggjadag 19.30-21.30
Leygardag 16.30-18.30

Ongar kanningar eru hósdag og sunnudag.