Koronusmittan hevur rakt Kringvarpið

Tvey starvsfólk í Kringvarpinum eru smitttað við koronu

Tíðindafundur í Kringvarpinum í morgun. Koronusmittan hevur nú eisini rakt tvey starvsfólk í Kringvarpinum

Hetta váttar Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri.

 

– Ja tað er rætt, at tvey starvsfólk eru staðfest positiv við koronusmittu. Vit eru í ferð við at kanna málið og fara á fund seinnapartin av taka støðu til, hvussu vit fara at arbeiða framyvir, sigur Ivan Hentze Niclasen.

 

Starvsfólkið, sum varð staðfest positivt í gjár hevði ikki verið til arbeiðis, og hitt starvsfólkið varð staðfest positivt meðan tað var heima hjá sjúkum barni.

 

Helst verður tað so, at starsfólkini verða býtt sundur í bólkar, og at færri fólk uttanífrá koma inn í Kringvarpið, sigur Ivan Hentze Niclasen, sum heldur, at hetta ikki fer at órógva lurtar og hyggjara hjá Kringvarpinum.

 

Tíðindafundur í Kringvarpinum í morgun. Koronusmittan hevur nú eisini rakt tvey starvsfólk í Kringvarpinum