Kortanei til brúgv um Skálafjørðin

Formaðurin í tingbólki Sambandsflokins kolldømir uppskotið, sum nú liggur á borðinum

Formaðurin í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum tosar við stórum stavum ímóti loysnini hjá Landsverki og fólkum úr ymsu aðalráðnum um nýggja linjuføring í sambandi við Skálafjarðartunnilin.

 

Við krígsterminologi sum »sniðálop« á ætlanina sigur Alfred Olsen, at fólk hjá Landsverki og í aðalráðumsuðuri í Havn seriøst arbeiða við ætlanum um at blokera Skálafjørðin, við at mæla til at seta eina stabbabrúgv niður á Skálafjørðinum.

 

– Eitt byggjarí, sum kemur at forða fyri eini komandi menning inni á Skálafjørðinum, innan oljuvinnuna, ferðavinnuna o.a., sigur formaður Sambandsfloksins.

 

Víðari sigur hann, at sjálvt um arbeiðsbólkurin ikki hevði fingið boð um at viðgera nakra nýggja linjuføring ella brúgvaloysn, men at greina møguleikan við eini almennari-, einari almennari/privatari ella eini privatari loysn, so mælir arbeiðsbólkurin í sínum tilmæli nú til eina nýggja loysn, har tunnilin skal gerast frá Streymoyarlandinum og koma upp á Strondum og síðani at gera eina brúgv tvørtur um Skálafjørðin.

 

– Tað, sum alla tíðina hevur verið grundarlagið fyri tunnilsloysnini og sum langt síðan er avgjørt, er, at gjørdur verður ein portalur á eystara og ein á vestara armi á Skálafjørðinum við eini rundkoyring undir Skálafjørðinum og harfrá koma upp í einum portali suðuri á Sundi. Hetta mælti hægsta serfrøðin innan tunnilsøkið til, sum tann besta og mest gagnliga linjuføringin.

 

– Landsverk eigur ongan part í hugskotinum í tí frálíku Skálaf­jarðar­tunnilsverkætlanini og hevur heldur ikki gjørt kjarnuboringar, onga prosjektering, ongar ferðsluanalysur o.a., men hevur heldur lagt fótonglar fyri verkætlanini, sum eitt privat felag hevur brúkt umleið 18 milliónir krónur uppá at fyrireika – hetta til sjálvt projektið, til kjarnuboringarnar, útvegan av ferðslutølum og ferðsluanalysir, til kanningar av linjuføringum, til framløgur av verkætlanini og til tann upplýsandi gjøgnumkoyringsfilmin, sum vit oftani síggja í Sjónvarpinum, sigur Alfred Olsen og leggur afturat:

 

– Hetta hevur privata felagið gjørt – og tað arbeiðið, sum Landsverk hevur gjørt fyri felagið, hava teir fingið pengar fyri. So tá Landsverk sigur, at nýggja linjuføringin og brúgv tvørturum Skálafjørðin er 200 milliónir krónur bíligari enn samtykta linjuføringin, so loyvi eg mær at seta eitt stórt spurnartekin við hesi tøl, tí mær vitandi hevur Landsverk ikki gjørt tær neyðugu forkanningarnar, neyðugu kjarnuboringar, neyðugu projekteringina o.a.

 

– Eg fái meg ikki at trúgva, at Landsverk bara tekur kanningarnar sum P/F Skálafjarðar-tunnilin hevur gjørt, tí tað er mær vitandi ólógligt, sigur Alfred Olsen, sum er hart ímóti uppskotinum, sum nú liggur á landsstýrisborði.

 

Greinin hjá Alfredi Olsen kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER