Linda B. Gunnlaugsdóttir formaður í LH, sum er íslendska ríðisambandið, hevur í vikuni sent ríðisambandinum stuðulsskriv, har hon staðiliga heitir á Tórshavnar Kommunu um at lurta eftir føroyskum reiðfólkum og teirra mótmælum ímóti at leggja eina súkklubreyt har ross vanliga ferðast. Hon vísir eisini á at í Íslandi leggja myndugleikar stóran dent á trygdina og halda hesar ítróttargreinar greitt atskildar.
Hetta skrivar ridisamband.fo.
Linda B. Gunnlaugsdóttir skrivar m.a. soleiðis;
“Eftir okkara tykki er tað púra greitt, at hestaleiðir og súkklubreytir ikki eiga at vera í
sama øki, tí royndir vísa, at óhapp kunnu henda bæði hjá hestafólki og súkklarum,
um hestarnir verða bangnir.
Tað er kent, at hestar eru bangnir fyri súkklum og vanliga svara við at renna burtur
frá ljóðinum av dekkum á hjólum, og tí kunnu óhapp henda.
Gjøgnum árini hava vit havt eina góða samrøðu við kommunur í Íslandi, har stórur
skilningur er vístur fyri báðum ítróttargreinum, men samstundis er høvuðsdenturin
lagdur á at tryggja trygdina hjá bæði teimum, sum venja hestamennsku og hjólreiðar.”
Alt skrivið kann lesast her
##med2##












