Kostar einar 40-50 milliónir at strika mótrokningina hjá fólkapensjónistum

– Leysliga mett hevði tað kostað einar 40-50 mió. kr., um arbeiðsløn ikki varpartur av inntøkugrundarlagnum hjá fólkapensjónistum

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, í svari til Hans Jacob Thomsen, tingmanni Javnaðarfloksins, sum hevur sett henni ein fyrispurning um málið.

Løgtingsmaðurin spurdi soleiðis:

1.Hvussu nógv hevði tað kostað landskassanum at strika mótrokningina í arbeiðsinntøku hjá fólkapensjonistum?

2. Við verandi reglum um mótrokning, hvussu nógv meira at liva fyri eftir skatt og gjøld hevur fólkapensjonistur, sum hevur eina arbeiðsinntøku á ávikavist 20.000 kr. um mánaðin, 27.000 kr. um mánaðin og 35.000 kr. um mánaðin, í mun til ein, sum ikki er fólkapensjónistur, við somu inntøkum.

3.Um mótrokningin verður strikað, hvussu nógv meira at liva fyri eftir skatt og gjøld hevur fólkapensjonsistur við somu arbeiðsinntøku, sum í spurningi 2, í mun til ein, sum ikki er fólkapensjonistur.

Sirið Stenberg svarar soleiðis til spurning 1:

Hvussu nógv hevði tað kostað landskassanum at strika mótrokningina í arbeiðsinntøku hjá fólkapensjonistum?

Tað ber ikki til hjá landsstýriskvinnuni ella Almanna-og mentamálaráðnum at meta um samlaðu fíggjarligu avleiðingar fyri føroyska búskapin, um almannapensjónslógin verður broytt soleiðis, at fólkapensjónin ikki verður ávirkað av arbeiðsinntøku. Almanna-og mentamálaráðið kann leysliga meta um stutttíðar avleiðingarnar fyri almannaøkið. Í hesi metingini er ikki lagt upp fyri møguligum meir-skattainntøkum ella øktum ella minkaðum arbeiðsútboði. 

Við støði í hagtølum fyri inntøkur hjá fólkapensjónistum í 2023 verður leysliga mett, at útreiðslur til fólkapensjón høvdu hækkað við 40-50 mió. kr., um arbeiðsløn ikki varpartur av inntøkugrundarlagnum hjá fólkapensjónistum. 

Tað skal gerast vart við, at persónar við útsettari pensjón ikki eru við í yvirlitinum omanfyri. Ein møgulig avtøka av mótrokning í sambandi við arbeiðsinntøku, hevði havt við sær, at skipanin við útsettari pensjón ikki gavmeining, og tí høvdu øll við útsettari pensjón væntandi fingið fulla fólkapensjón.

Tað eru í løtuni umleið 500 fólk við útsettari pensjón. Full fólkapensjón til hesi 500 fólkini hevðivið stuttum skotbrái havt við sær øktar útreiðslur á umleið 50 mió. kr., sum sostatt skuldu verið lagdar aftrat metingini omanfyri. Tað skal tó viðmerkjast, at her er talan um eina framflyting av útreiðslum, sum annars høvdu komið seinni.

Fyri tveimum árum síðani svaraði táverandi landsstýrismaður einum líknandi spurningi (52-178/2021), har spurt varðeftir upphæddini, ið var mótroknað í fólkapensjónini vegna arbeiðsinntøku.Upphæddin, ið varð upplýst tá, var hægri enn metingin í hesum svari. Tann upphæddin vísti, hvussu stórur partur av inntøkugrundarlagnum hjá øllum fólkapensjónistum, ið vórðu mótroknaðir, stavaðifrá arbeiðsløn. Hetta talið kann tó ikki brúkast til at meta um kostnaðin av at strika arbeiðsløn úr inntøkugrundarlagnum hjá fólkapensjónistum. 

2. Við verandi reglum um mótrokning, hvussu nógv meira at liva fyri eftir skatt og gjøld hevur fólkapensjonistur, sum hevur eina arbeiðsinntøku á ávikavist 20.000 kr. um mánaðin, 27.000 kr. um mánaðin og 35.000 kr. um mánaðin, í mun til ein, sum ikki er fólkapensjónistur, við somu inntøkum.

Fyri at samanbera løntakara, sum ikki er pensjónistur, við ein arbeiðandi fólkapensjónist, sum ger sama arbeiði, er neyðugt at leggja upp fyri, at fólkapensjónisturin fær útgoldið sáttmálaásett eftirlønargjald sum løn. Í dømunum niðanfyri er bundna eftirlønargjaldið sbrt. eftirlønarlógini sostatt lagt aftrat inntøkuni hjá fólkapensjónistum. Eftirlønargjaldið í 2024 er 10 prosent.

##med2##

3. Um mótrokningin verður strikað, hvussu nógv meira at liva fyri eftir skatt og gjøld hevur fólkapensjonsistur við somu arbeiðsinntøku, sum í spurningi 2, í mun til ein, sum ikki er fólkapensjonistur.Talvan niðanfyri vísir inntøkur eftir skatt og gjøld, um so er, at skipanin verður broytt soleiðis, at arbeiðsinntøka ikki ávirkar rættin til fólkapensjón.

##med3##

Tað skal gerast vart við, at flest allir fólkapensjónistar í framtíðini fara at fáa útgoldið pensjón sambært eftirlønarlógini. Hesum er ikki lagt upp fyri í svarinum til spurning 2 og 3. Longu í dag eru nógvir arbeiðandi fólkapensjónistar, ið fáa einaupphædd frá egnari pensjón útgoldna, sum sostatt skal leggjast aftrat upphæddunum til fólkapensjónistar í talvunum omanfyri, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svarinum til løgtingsmannin Hans Jacob Thomsen.