Kalla hvalspýggjuslagið fyri Sjókorkasegl

Sjókorkasegl

Herfyri skolaðu einar hálvthundrað hvalspýggjur upp á vakra sandin í Koltri. Hetta var ikki tað vanliga slagið, men eitt heldur óvanligt slag um okkara leiðir.

 

Fyri nøkrum árum síðan fingu vit eitt eintak úr Nólsoy, sum var funnið í maganum á einum toski. Marner á Skúrð hevði verið á útróðri, og tá hann kruvdi fiskin var ein løgin hvalspýggja í maganum.

 

Hetta skrivar Tjóðsavnið á síni heimasíðu.

 

Eisini hava vit frætt frá fólki á Oyri, at tey hava sæð hetta slagið av hvalspýggju fyri nøkrum árum síðan.

 

Tað er ikki nakað, sum bendir á at hesar hava verið vanligar í Føroyum. Onki er at finna í gomlum frásøgnum, og nú heimurin er í broyting , er hugsandi at vit oftari fara at síggja hesa løgnu hvalspýggju. Aðrastaðni kunnu hesar hvalspýggjur skola upp á strendurnar í túsundatali og eru tá til stóran ampa hjá fólki.

 

Hendan hvalspýggja hevur fleiri nøvn á enskum, m.a. purple sail og by-the-wind sailor. Hetta seinna navnið er í umsettum sniði eisini tað tey brúka í Danmark; har tað eitur bidevindssejler. Navnið sipar til ávísan máta at sigla við seglum í mótvindi (neyvasigling). Tað er júst hetta, sum hendan hvalspýggja eisini brúkar. Seglið ger at hon drívur móti vindinum, og er eisini orsøk til at so nógvar kunnu reka upp á land á sama staði.

 

Í samráð við Málráðið hava vit gjørt av at kalla hetta hvalspýggjuslagið (Velella velella) fyri Sjókorkasegl.

 

Navnið hevur tríggjar liðir, sjó – korka – segl. Sjó sipar til at hetta er eitt sjódýr. Korka sipar til korkalitin (purpur), sum sæst á tí partinum, ið vendir niður. Segl vísir til tann partin av hvalspýggjuni, sum stingur upp úr sjónum og virkar sum segl.

 

Sjókorkasegl er at finna víða um í øllum heitari høvum. Sum tað sæst á kortinum, so eru ongar skrásetingar úr føroyskum og íslendskum sjógvi, men av og á eru hesar hvalspýggjur at síggja fram við norsku strondini, heilt norður til Lofoten. Tær eru nógv meiri vanligar vestaru megin bretsku oyggjarnar enn í Norðsjónum.

 

Føroyar liggja í útjaðarinum av har hon hevur verið at sæð.

 

Hetta skrivar Tjósavnið m.a. á síni heimasíðu.

 

##med2##

 

 

 

Sjókorkasegl

Sjókorkasegl (Velella velella). Myndina hevur Jóhannus Hansen, fyristøðumaður tikið, tá hann fann hvalspýggjurnar á sandinum í Koltri.